Talið av smittaðum kann vaksa enn meira

Latið okkum gera tað, vit kunnu, at bremsa smittutalinum, segði Bjarni á Steig

 

Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá landsstýrinum, segði á tíðindafundinum seinnapartin, at tvær frágreiðingar eru uppá flóðalduna, vit nú síggja við omikrom frábrigdinum við koronu.

– Onnur er, at tað er stutt tíðarskeið, frá tí tú verður smittaður, til tú ert staðfestur positivur. Hin er, at koppingarevnið, sum vit hildu fór at bjarga okkum, ikki steðgar smittuni.

– Men koppsetingin hjálpir bæði viðvíkjandi smittu og tað, at tú fært minni sjúkueyðkenni. Tað førir so aftur til færri innleggingar á sjúkrahúsi.

– Tí er koppingarevni sera effektivt fyri samfelagið. Tí tað snýr seg ikki bara um sjúkrahúsverkið, sum kann verða rakt av fleiri sjúkrameldingum og sóttarhaldi. Men eisini aðrar týðandi uppgávur í samfelagnum, segði Bjarni á Steig á tíðindafundinum hjá løgmanni seinnapartin.

Bjarni á Steig vísti eisini á, at børn fara at fáa hesa smittuna sum frálíður.

Stóra smittutalið í dag, sum liggur oman fyri 200, kanska um 220, kann saktans gerast hægri, sigur Bjarni á Steig.

– Latið okkum tí gera tað, vit kunnu, til tess at bremsa hesum, so tað ikki verður verri enn neyðugt, segði hann og vísti á, at vit hava bestu testskipan.

– Í Danmark siga tey seg hava ta bestu testskipanina. Men okkara er betri enn tað. Vit testa nógv fólk og eru skjót við svari.

Um børnini og koppseting segði lækning, at tað er ikki fyri at verja vaksin, at børn verða koppsett. Tí børn fara eisini at fáa smittuna, og eru tey koppsett, so eru tey betri vard og gerast ikki líka sjúk.