16 prosent av norska fólkinum millum 16 og 74 ár snúsa dagliga.
Tað vísa nýggjastu hagtølini í Noregi. Haraftrat roykja sjey prosent av fólkinum dagliga.
- Tað eru fleiri og fleiri, sum snúsa dagliga. Seinastu tíggju árini eru talið næstan tvífaldað, veit norska kringvarpið NRK at siga.
Tað eru flest menn, sum snúsa, men vøksturin í talinum av teimum, sum snúsa dagliga, er størstur millum kvinnur.
- Í 2013 snúsaðu fýra prosent av kvinnunum og 14 prosent av monnunum dagliga.
NRK veit at siga, at hesi tøl í 2023 eru ávikavist 11 prosent fyri kvinnur og 21 prosent, tá ræður um menninar.