Talufrælsið er grundleggjandi rættur

- Rætturin til talufrælsi kann skerjast, men hetta skal gerast við heimild í lógum og ikki av leiðarum av netpallum, heldur Angela Merkel.

 

Nógv umrøddi og umstríddi forsetin í USA, Donald Trump, sum er stongdur úti í sosialum miðlum, eitt nú Tvitter, fær nú ávísan stuðul frá týska samveldiskanslaranum, Angelu Merkel, sum heldur, at hetta er ein trupulleiki.

- Talufrælsið er ein grundleggjandi rættur. Rætturin kann skerjast, men hetta skal gerast við heimild í lógum og ikki avgerast av leiðarum av netpallum, sigur talsmaðurin hjá týska samveldiskanslaranum, Steffen Seibert.

Við støði í hesum, heldur Angela Merkel sambært talsmanni sínum, at tað er ein trupulleiki, at kontur hjá forsetanum permanent eru stongdar. - Tað er skeivt at lúgva og leggja upp til harðskap í sosialum miðlum, men tað er staturin, sum eigur at taka sær av at skipa slíkt.

NTB skrivar, at seinast, Donald Trump legði út á sosiala miðilin Tvitter, boðaði hann frá, at hann fór ikki at luttaka til innsetanina av Joe Biden sum nýggjum forseta í USA, og innsetanin verður mikudagin hin 20. januar.

##med2##