Talv: FM-2009 fyri einstaklingar - 6. umfar

6. umfar í einstaklingakappingini varð telvað í Eysturskúlanum í dag. Í Landsliðsbólkinum er stórur spenningur, tað sær út til at kappingin fer at standa millum Helgi D. Ziska og Martin Poulsen. Helgi D. Ziska vann í dag á Torkil Nielsen, Martin Poulsen vann á Hans Kristian Simonsen, Ólavur Simonsen vann á Herluf Hansen, Finnbjørn Vang vann á Rógva E. Nielsen og Olaf Berg telvaði javnt móti Sjúrður Thorteinsson.

Støðan í 1. bólki eftir 6. umfar:

Nr. 1. Helgi Dam Ziska 5 stig

Nr. 2. Martin Poulsen 4½ stig

Nr. 3. Ólavur Simonsen 4 stig

Nr. 4. Hans Kristian Simonsen 3½ stig

Nr. 5. Finnbjørn Vang 3½ stig

Nr. 6. Olaf Berg 3 stig

Nr. 7. Sjúrður Thorteinsson 2½ stig

Nr. 8. Herluf Hansen 2 stig

Nr. 9. Torkil Nielsen 1½ stig

nr.10. Rógvi E. Nielsen ½ stig.

Í 1. bólki endaðu 3 talv jøvn í dag, tað ger at spenningurin økist, nú eru bara 1½ stig frá nr. 1 til nr. 6 í 1. bólki. Ovast í 1. bólki liggja Sigurð B. Justinussen og Jákup á R. Andreasen við 4½ stigi í part, teimum í hølunum koma Suni Jacobsen við 4 stigum og so Jónfinn Thomsen, Hjalti T. Jógvansson og Andreas Andreasen, sum allir hava 3 stig.

Í Almennabólkinum eru 4 telvarar javnir við 4½ stigi, teir eru Heri Christoffersen, Jóannes Guttesen, Jón S. Andreasen og Hanus Ingi Hansen.

Í Unglingabólkinum er Heiðrikur T. Jacobsen farin frá hinum, hann hevur 5½ stig, næstir honum eru Jóhan Hentze og Høgni E. Nielsen, sum báðir hava 4½ stig.

7. umfar verður telvað skírisdag kl. 14.