Talv-FM í 50 ár

FM-kappingin fyri einstaklingar í talvi, sum byrjar í dag og endar á páskum, er hin hálvtrýssinstjúgunda í røðini í nýggjari tíð. Kappast hevur verið um FM-heitið í talvi á hvørjum ári síðani 1972, eftir at Talvsamband Føroya varð stovnað í 1972, og fór at skipa fyri regluligum kappingum um føroyameistaraheitið fyri einstaklingar og lið, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi í dag.

Fyri ta tíð hevði Havnar Telvingarfelag í fleiri ár regluligar kappingar um FM fyri einstaklingar. Byrjað varð longu fyri kríggið, men oftast vóru tað bara telvarar í Havn, sum kappaðust sínamillum, tí gongd var ikki av álvara komin á telvingina úti um landið. Hesar FM-kappingar vóru frá 1938 til 1956.

Miðskeiðis í 50-árunum vóru bygdirnar so smátt komnar við, men av einihvørji orsøk var givist við árligu FM-kappingunum. Í staðin var um páskirnar telvað um sokallaða Woodborðið øll 50- og 60-árini.

Tað var ein landskapping millum feløg, sum byrjaði eftir kríggið, tá ið enski stórtelvarin Barry Wood kom til Føroyar og handaði prýðiliga gripin sum ferðasteyp til føroysk talvfeløg at kappast um í árligari liðkapping. Hendan óalmenna landskappingin mundi eiga lívið í føroyskari telving øll 50- og 60-árini, og gera sítt til, at grundarlag fekst fyri, at eitt landsfelag varð stovnað í 1970.

Tá fæst av álvara gongd á skipaða telving í Føroyum. 

Flest FM-sigrar 1972-2020:

Helgi Dam Ziska, HT 5 (2008, 2011, 2017, 2018, 2019)

Heini Olsen, KTF 5 (1989, 1991, 1992, 1993, 1999)

Martin Poulsen, HT 4 (2003, 2004, 2006, 2009)

Jens Chr. Hansen, TT 4 (1979, 1981, 1982, 1985)

John Rødgaard, VT 3 (1998, 2001, 2007)

Torkil Nielsen, ST 3 (1984, 1986, 1988)

Luitjen Apol, HT 3 (1974, 1975, 1976)