Talv: Hattrikk til Høgna

24 ára gamli sandavágsmaðurin Høgni Egilstoft Nielsen var aftur í flokki fyri seg nú á páskum.

Triðja árið á rað vann hann føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar. Hetta er fjórða ferðin, at hann er føroyameistari. Sigurin var meira sannførandi enn undanfarnu ferðirnar. Árini frammanundan mátti umdystur til. Í fjør móti Martin Poulsen, og fyrraárið móti Luitjen Akselsson Apol. Í ár hefti ikki fyri.

 

Høgni er ógvuliga gávaður telvari. Hann er tann yngsti, sum hevur verið føroyameistari. Tá ið hann 16 ára gamal vann fyrsta FM-heitið í 2014, gjørdi hann ikki mætari enn at vinna við fullum stigatali. Tað er eindømi í nýggjari tíð.

 

Leggur Høgni í, kann hann fyri vist koma longur fram á leið. Enn hevur hann tó ikki tryggjað sær heitið sum altjóða meistari (IM), tó at lítið restar í. Men hevði hann telvað meira tíðum í kappingum uttanlands, hevði hann langt síðan ognað sær IM-heitið, og kanska verið komin væl ávegis at gerast stórmeistari við. Til sammetingar kann nevnast, at Helgi Dam Ziska tryggjaði sær heitið sum IM-ari longu 16 ára gamal. Og tíggju ár seinni - sum 26 ára gamal - var Helgi stórmeistari.

 

Og her síggja vit munin á okkara tveimum bestu telvarum. Evnini eru kanska tey somu. Men sum í øllum øðrum er viljin og áræðið mest avgerandi. Helgi Dam Ziska setti sær blaðungur fyri at gerast stórmeistari, og fór heilhugaður undir at útinna tann setningin.

 

Høgni Egilstoft Nielsen hevur ongantíð havt slíkar ætlanir. Hjá honum fær fótbólturin fremstu raðfesting. Sum telvari kanst tú ikki annað enn undrast - og harmast - at ungur maður við so eyðsýndum gávum, ikki røkir sítt veruliga talent í størri álvara.

 

##med2##