Talv: Havnin aftur á odda

Tíðindaskriv: Havnar Telvingarfelag vann hóskvøldið útsetta dystin í 1. deild, og er nú aftur á odda í fremstu deildini.

Landskappingin í talvi er sær sjálvum lík. Oddastríðið stendur enn sum áður millum argu kappingarneytarnar Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag.

 

 

 

Nú er tann fyrsti av teimum trimum útsettu dystunum í 1. deild spældur. Hóskvøldið møttust Havnin 1 og Sandavágur 2 í hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen í Havn. Havnarmenn vunnu tryggan sigur, 3½-½, og otaðu seg tí fram um aftur vágamenn í oddanum.

 

 

 

Hálvtannað stig er á muni, sum er. Men kanska er leiðslan bara til láns, tí roknast kann við, at munurin verður minni eftir útsettu dystirnar í fjórða umfari. Tá telva havnarmenn móti A-liðnum hjá Klaksvík, og sandavágsmenn hava dyst móti B-liðnum hjá klaksvíkingum.

 

 

 

Hvørki Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen ella Olaf Berg vóru tøkir hjá Havnini hóskvøldið, og hjá Sandavági restaði Bernhard Augustinussen.

 

 

 

 

 

 

 

 
 

 

 
 

Havnar Telvingarfelag 1

 
 

Rtg

 
 

-

 
 

1

 
 

Sandavágs Talvfelag 2

 
 

Rtg

 
 

3½: ½

 
 

 

 
 

1

 
 

FM

 
     

2182

 
 

-

 
 

 

 
     

2069

 
 

½ - ½

 
 

 

 
 

2

 
 

 

 
     

2152

 
 

-

 
 

 

 
   
  

Atlason, Jon

 
 
 

1850

 
 

1 - 0

 
 

 

 
 

3

 
 

 

 
     

2148

 
 

-

 
 

 

 
   
  

Wiberg, Ingi

 
 
 

1762

 
 

1 - 0

 
 

 

 
 

4

 
 

 

 
     

1897

 
 

-

 
 

 

 
     

1763

 
 

1 - 0

 

 

Tveir útsettir dystir í 1. deild eru nú eftir at taka, áðrenn telvarar fara í jólafrí. Dystirnir verða spældir soleiðis:

 

3. desember: Sandavágur 1 - Klaksvík 2

 

7. desember: Klaksvík 1 - Havnin 1

 

 

 

Dystirnir vórðu útsettir, tí at landsliðið hevur verið við í bæði smálandakapping á Jersey og EM-stevnuni í Montenegro í november.

 

 

 

Havnin 1 og Sandavágur 1 hava nú telvað tríggjar av fýra dystum, sama hava bæði liðini hjá Klaksvíkar Talvfelag. B-liðini hjá Havnini og Sandavági hava telvað sínar fýra dystir.

 

Støðan í 1. deild

 

 

Rk.

 
 

Lið

 
 

1a

 
 

1b

 
 

2a

 
 

2b

 
 

3a

 
 

3b

 
 

4a

 
 

4b

 
 

5a

 
 

5b

 
 

6a

 
 

6b

 
 

TB1

 
 

TB2

 
 

1

 
 

Havnar Telvingarfelag 1

 
 

*

 
 

*

 
     

 
  

4

 
  

 
  

11

 
 

6

 
 

2

 
 

Sandavágs Talvfelag 1

 
   

*

 
 

*

 
 

3

 
  

3

 
  

 
    

9,5

 
 

6

 
 

3

 
 

Klaksvíkar Talvfelag 1

 
   

1

 
  

*

 
 

*

 
 

2

 
    

4

 
  

7

 
 

3

 
 

4

 
 

Sandavágs Talvfelag 2

 
 

½

 
  

1

 
  

2

 
  

*

 
 

*

 
 

 
    

6

 
 

3

 
 

5

 
 

Havnar Telvingarfelag 2

 
 

0

 
  

½

 
    

 
  

*

 
 

*

 
 

 
  

4,5

 
 

2

 
 

6

 
 

Klaksvíkar Talvfelag 2

 
 

½

 
    

0

 
    

 
  

*

 
 

*

 
 

2

 
 

0

 

 


 

 

Hinar deildirnar - 2.- 3.- og 4. deild - eru farnar í jólfrí. Eitt umfar í unglingadeildini var mikukvøldið. Spenningurin er stórur eftir fýra umfør. Klaksvík, Havnin og Gøta eru jøvn í oddanum við níggjum stigum hvørt. Níggju lið eru í unglingadeildini.

 

 

 

Telvað verður aftur 6. januar í nýggja árinum. Tá er fimta umfar á skránni í øllum deildum. Tá møtast oddaliðini Havnin 1 og Sandavágur 1.

 

 

 

Tíggjunda og seinasta umfar í landskappingini fyri 2024 verður 9. mars.

 

 

 

 

 

Dagførdur styrkilisti

 

 

 

1. desember kunngjørdi altjóða talvsamgongan nýggja, dagførda ratinglistan. Nakrar smærri broytingar síggjast á føroyska listanum.

 

 

 

Fyrst er at siga, at Føroyar eru styrkismettar nummar 73 av teimum í alt 200 londunum, sum eru limir í alheims talvsamgonguni.

 

 

 

Niðanfyri sæst topp-15 í Føroyum. Í løtuni eru góðir 400 telvarar virknir í Føroyum. Á styrkilistunum, sum tey ellivu talvfeløgini í Føroyum hava sent Talvsambandinum í samband við landskappingina fyri feløg, eru í alt 415 telvarar skrásettir.

 

 

 

Hetta eru teir virknu klubbtelvararnir. Spennandi hevði verið at fingið greiði á, hvussu nógvir virknir føroyskir net-telvarar munnu vera. Tað frættist um heilt nógv, serliga ung, sum telva á netinum.

 

 

 

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er nógv fremstur í Føroyum. Høgni Egilstoft Nielsen, sum er honum á baki, telvar kortini meira enn Helgi, og er tí í betri venjing. Veruligi styrkimunurin á teimum er tí helst ikki so stórur, sum tølini benda á.

 

 

 

Veteranurin John Rødgaard otar seg eitt sindur fram í røðini. John telvar á 1. borði hjá talvfelagnum í heimbýnum Esbjerg, sum er í næstbestu deildini.

 

 

 

John Arni Nilssen er nummar trý á listanum, men hevur ikki telvað stórvegis seinnu árini. Aðrir útisetar eru Jóan Hendrik Andreasen og Flóvin Tór Næs. Báðir telva í Danmark. Jóan Hendrik er á 1. borði á øðrum liði hjá Brønshøj, og vann herfyri m.a. á fleirfalda danska meistaranum (GM) Jens Kristiansen (2345). Flóvin er so smátt farin at telva aftur, og situr á 1. borði hjá talvfelagnum í Haslev.

 

 

 

 

 

15 teir bestu

 

 

 

1. GM Helgi Dam Ziska (HT) 2550

 

2. Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 2383

 

3. IM John Arni Nilssen (ST) 2327

 

4. Martin Poulsen (HT) 2284

 

5. IM John Rødgaard (VT) 2283

 

6. Rógvi Egilstoft (ST) 2258

 

7. Jóan Hendrik Andresen (HT) 2192

 

8. Flóvin Tór Næs (HT) 2190

 

9. Ólavur Simonsen (KTF) 2187

 

10. Hans Kristian Simonsen (KT) 2185

 

11. Carl Eli N. Samuelsen (HT) 2185

 

12. Olaf Berg (HT) 2176

 

13. Eyðun Nolsøe (KTF) 2167

 

14. Sjúrður Thorsteinsson (HT) 2155

 

15. Luitjen Akselsson Apol (HT) 2146

 

 

 

Í alt eru 415 virknir føroyskir telvarar.