Føroyska landsliðið fekk eina frálíka byrjan í Europa-kappingini fyri smátjóðir, sum verður telvað í Andorra. Mótstøðuliðið í 1. umfari var Malta, men maltesisku oyggjabúgvarnir fingu ongantíð fótin fyri seg og Føroyar vunnu trygt ½ - 3½.
Við sigrinum hava Føroyar lagt seg á odda í kappingini.
Rógvi Egilstoft Nielsen 1936 telvaði sítt fyrsta talv á landsliðnum, men tað legði ungi sandavágsmaðurin ikki petti í. Hann var fyrstur liðugur ídag. Við hvíta fólkinum vann Rógvi sær eina finnu heilt tíðliga, sum seinni endaði við klárum fyrimuni ímóti Peter B. Sammut 2025, og fyrsta sigrinum til Føroyar.
Helgi Dam Ziska 2422 á fyrsta borði telvaði við svarta fólkinum móti Andrew Borg 2103. Styrkismunurin kom ikki beinanvegin til sjóndar, men Helgi telvaði trygt og einfalt sigurin heim.
Joseph Gauci 2093 hevði hvítt móti John Rødgaard 2370. John hevði ongantíð trupulleikar í talvinum, og fekk spakuliga arbeitt sær fyrimun, ið endaði við býtisfyrimuni og vinnandi støðu.
Heini Olsen 2383 - David V. Cilia 2094. Heini telvaði eitt gott talv og hevði frálíka støðu. Men mitt í talvinum hendi eitthvørt løgið, sum gav svørtum avgerandi fyrimun. Heini kempaði tó við øllum hann dugir, og tað er ikki so lítið, og megnaði at fáa ein javnleik.
Sostatt Malta ½ -. Føroyar 3½ ! Ein væntaður favorittsigur og ein frálík byrjan. Tað er ikki altíð at fyrsta umfar endar sum prestur prædikar og vónirnar áðrenn dystin vóru sjálvsagt ein sigur, men 3½ er super. Nú eru vónandi lunnar lagdir eitthvørt meira.
Mánadagin verður dupultumfar telvað. Fyrrapartin kl. 09.00 verður spennandi orrusta við Luxemburg, sum eins og Føroyar er seedað í oddinum, meðan seinnapartin kl. 15.00 verður telvað ímóti Jersey, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Talvsambandinum.
Luttakandi londini eru í styrkismettari raðfylgju (meðalstyrki):
Andorra (2321)
Føroyar (2278)
Luxemburg (2247)
Jersey (2146)
Monaco (2137)
Malta (2079)
Liechtenstein (2047)
San Marino (1855)
Guernsey (1843)
Cypros (1811)