Talv: Trý oddalið

Nýggjar tíðir eru kanska ávegis í fremstu deildini í landskappingini í talvi

Seinastu tíggju árini hevur kappingin staðið millum somu tvey feløgini - Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Men nú verður kanska øðrvísi. Tí nú leggur Klaksvíkar Talvfelag upp á síðuna á hinum báðum, skrivar Talvsambandið.

 

Eftir dystirnir í øðrum umfari í dag er Klaksvík nýtt oddalið í 1. deild. Men Havnin og Sandavágur eru beint í hølunum á klaksvíkingum. Tað er einki at taka seg aftur í, at moldovski stórmeistarin, Vladimir Hamitevici, er atvoldin til hesa broyting í føroysku landskappingini. Við honum á 1. borði kunnu klaksvíkingar bjóða hinum av í FM-stríðnum.

 

Favorittsigrar

 

Sandavágs Talvfelag hevði sama stríð í dag av B-liðnum hjá Havnar Telvingarfelag, sum A-liðið hjá havnarmonnum hevði av felagsmonnunum í fyrsta umfari.  Vágamenn vunnu, men einans 2½-1½.

 

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu báðir á fremru borðunum á ávikavist Luitjen Akselsson Apol og Rógva Mortensen. Á fjórða borði mátti pápin, Torkil, lúta fyri Margari Berg, og á triðja borði var remis millum Silas Eyðsteinsson og Hjalta Toftum Jógvansson.

 

Klaksvíkingar og havnarmenn vunnu stórsigrar í dag. Klaksvíkingar vunnu 3½-½ á vestmenningum. Vladimir Hamitevici, Rani Nolsøe og Terje Petersen vunnu - Ólavur Simonsen telvaði javnt á øðrum borði móti Samson Højgaard. Hinir á vestmannaliðnum vóru Jákup á Rógvi, Alfred Olsen og Kári Durhuus.

 

Havnarmenn vunnu eisini 3½-½ í dag. Dysturin var móti Klaksvík B. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen og Olaf Berg vunnu á ávikavist Willa Olsen, Finnbjørn Vang og Steintór Rasmussen, men á fjórða borði eydnaðist Janusi Skaale at fáa remis móti Carl Eli Samuelsen.

 

2. umfar (10. oktober):

 

Sandavágur - Havnin B 2½ - 1½

 

Klaksvík B - Havnin ½ - 3½

 

Vestmanna - Klaksvík ½ - 3½

 

Støðan:

 

Klaksvík 6½

 

Havnin 6

 

Sandavágur 6

 

Havnin B 3

 

Klaksvík B 1½

 

Vestmanna 1

 

Her sæst, at deildin er longu um at fara í tvíningar. Trý lið leypa avstað, hini trý fara at kappast sínamillum. Innanhýsis dystirnir millum topp 3-liðini fara at vera avgerandi. Og toppdystirnar fáa vit tey komandi umførini. Nú verður kortini ein steðgur til 31. oktober.

 

Lykladystirnir í fyrru leikhálvu fyri ársskiftið eru hesir:

 

31. oktober (3. umfar)

 

Klaksvík - Sandavágur

 

7. november (4. umfar)

 

Klaksvík - Havnin

 

20. november (5. umfar)

 

Havnin - Sandavágur

 

Eftir fimta umfar verður steðgur í landskappingini, sum tá er komin í helvt. Sætta umfar verður ikki fyrr enn 23. januar. Mánaðarskiftið november/desember fer eitt føroyskt landslið at kappast suðuri á Malta. Kappingin er millum einar tíggju smátjóðir í Evropa. Føroyar hava fyrr vunnið hesa kapping.

 

Hinar deildirnar:

 

2. deild:

 

Kollafjørður - Klaksvík 3-1

 

Rókur - Sandavágur 1-3

 

Kollafjørður B - Havnin 0-4

 

Støðan:

 

Kollafjørður 7

 

Havnin 6

 

Sandavágur 5

 

Klaksvík 4½

 

Rókur 1½

 

Kollafj. B 0

 

Telvað hevur eisini verið í 3.-, og 4. deild í dag, men yvirlitið er ófullfíggjað, tí í fleiri dystum eru úrslit ikki fingin til vega enn. Triðja umfar verður sum nevnt 31. oktober. Meira kann lesast um landskappingina á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.