Talvan gongur fyri sjómansmissiónini

Komandi sunnudag 23. juli, sum er 5. s.e. trinitatis, er árligi talvudagurin í kirkjum okkara til Hina Føroysku Sjómansmissiónina.

Arbeiðið hjá Hini Føroysku Sjómansmissiónini er eingin »ársungi«, og tí er tað óivað kent fyri flestu føroyingum. Hin Føroyska Sjómansmissiónin hevur eitt stórt virksemi og kunnu vit nevna nakað av tí, sum er hent seinasta árið.

?Gott 400 skip og bátar hava havt vitjan av sjómanstrúboðaranum.

?Øll tey 16 »nýggju« skipini, sum komin eru í føroyska flotan, hava fingið sangbøkur, andaktsbók, lestrabók, sjónbond o. a. umborð.

?Møtir og andaktir hava verið hildin umborð á fleiri skipum. T.d. sjónvarpsmøtið umborð á Vesturvón.

?20 kvøld vitjaði sjómanstrúboðarin sjómanskvinnuringarnar. Hesi kvøldini vóru íalt 48 sjómanskvinnuringar samlaðir.

?Í mai mánaði upplivdu vit tað gleði, at ITF gav Sjómansmissiónini ein 7 persóns bil. Bilurin verður í høvuðsheitinum nýttur til at vitja skipini við, koyra sjómenn ørindir ella til hús, til møtivirksemi o.a.

Sjómanskvinnuringarnir fáa vónandi eisini gleði av bilinum, tí tá trúboðarin vitjar tær, hendir tað við hvørt, at onkur av teimum ongan bil hevur, so tá bjóðar hann seg at koyra tær til hús.

?Í mai mánaða vóru umleið 200 kvinnur samlaðar til ta árligu kvinnustevnuna í Nesvík.

?Fjúrtan dagar í juni var sjómanstrúboðarin úti á »sildafeltinum« og vitjaði nótaskipini. Hann vitjað 5 skip, og hevði møtir umborð á øllum. Eitt sjónvarpsmøti kemur at vera víst frá hesum túri.

Talvudagurin til Hina Føroysku Sjómansmissiónina hevur stóran týdning fyri arbeiðið og er við til at fíggja ein part av arbeiðinum, sum gjørt verður.

Tað er tí við takksemi, at áheitan verður send til kirkjufólki um ein talvudag. Hjartans tøkk fyri eina og hvørja gávu, sigur Hin Føroyska Sjómansmissiónin.

Gud signi sjófólkið og sjómansmissiónina.alan um, at eitt ávíst praktiskt arbeiði skal gerast, men tann sosiali ella umsorgarparturin má ikki gloymast. Tey gomlu eru ikki passivir og sløktir brúkarar, tí hóast ymisk til førleika, so kunnu tey flestu kenna seg væl, um tey eisini merkja, at tey ikki heilt eru til avlops.

Lat okkum tí geva hesi skipan ta neyðugu orkuna, sum kann gera, at hon veruliga verður ein umsorgarskipan, har brúkarin er miðdepilin.


Tryggleikin

á gamalsaldri

Eg vil enda við at bera fram eitt ynski um, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd.

Viðurskiftu, sum vit politikarar kenna okkum tryggar við ? bæði sum teir, sum sita við ábyrgd og sum teir, sum um ikki so langa tíð verða pensjonistar.


Takk fyri og framhaldandi góðan eldradag

Jóannes Eidesgaard