Talvudagur fyri Føroysku sjómansmissiónina

102 ára gamla Føroyska sjómansmissiónin er enn virkin millum sjófólk okkara á ymiskan hátt. Trúboðarin vitjar umleið 350 skip og bátar árliga og letur bøkur, skriftstøð og geymar við sangum og andaktum á, til skipini

Nógvar samrøður eru við sjófólk, og javnan eru andaktir og møtir umborð. Samrøður, vitnisburðar og kunning frá sjófólki og skipum, verða javnan skrivað um á facebooksíðuna hjá Sjómansmissiónini, skrivar sjómansmissiónin á heimasíðuni.

Teir umleið 40 sjómanskvinnuringarnir um landið eru virknir í og fyri sjómansmissión. Teir biðja fyri sjófólkunum, eru við til at bera fíggjarliga og gera umleið 1200 jólapakkar um árið til sjófólkið.

Árliga vitjar trúboðarin á Ørkini í Reykjavík, og eitt toymið vitjar árliga í Nuuk.

Alt hetta arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum, og komandi sunnudag verður savnað inn í kirkjunum til arbeiðið hjá Føroysku sjómansmissiónini.