Hann hevur skrivað og snakkað. Mest sum uttan íhald í eitt heilt lív. Kendur og virdur sum prestur og rithøvundur. Framúr sum fyrilestrahaldari. Eisini umstríddur fyri onkur sjónarmið og lívsførslu. Men fram um teir flestu hevur Johannes Møllehave verið presturin hjá dønum. Hann, sum tey flestu halda seg kenna, eiga lut í og lurta eftir. Hann, sum hevur givið íblástur, uggað og troystað. Hann hevur boðað ein mildan og breitt fevnandi kristindóm uttan fordøming og revsing.
- Hóast tú ikki ert altíð ert samdur við Møllehave, so verður tú altíð klókari og glaðari í hansara selskapi. Ein gráan og keðiligan dag kann tað saktans loysa seg at taka ein bók hjá honum fram og lesa í henni, sigur Theodor Olsen, prestur.
Ole Sønnichsen hevur skrivað ævisøguna “Møllehave – Jagten på lyset og kærligheden”, og hann heldur, at Møllehave hevur dugað óvanliga væl at samskift við vanlig fólk, og tað hevur gjørt hann so væl umtóktan millum fólk.
- Hann tosar til fólk í teirra eygnahædd. Tað ger tað sama, hvussu trupult ella tungt evnið er. Um tað er sorg, sjálvmorð, Shakespeare ella Kirkegaard, so megnar hann at fortelja um tað á ein slíkan hátt, at vanlig fólk skilja hann og kunnu relatera tað til teirra egna gerandisdag, sigur Ole Sønnichsen.
- Hann hevur dugað at gjørt trupul evni atkomulig hjá stóru fjøldini, og tað umfatar eisini kristindómin. Hann hevur fingið kristindómin út millum fólk á ein hátt, sum aðrir prestar ikki hava megnað, sigur hann.
Bakgrundin
Mikudagin fylti Johannes Møllehave 75 ár. Hann varð føddur í Keypmannahavn beint fyri kríggið. Pápi hansara var skúlastjóri og mamman lærari. Møllehave gjørdst í 1963 cand. theol. frá Københavns Universiteti, og seinni starvaðist hann sum prestur millum annað í Statsfongslinum í Vridsløselille, í Virum og í Bruxelles. Hann hevur eisini skrivað eitt ótal av bókum og hevur hildið óteljandi fyrilestrar um øll hugsandi evni – alt frá trúgv og kærleika til Kirkegaard og H.C. Andersen.
Johannes Møllehave var í 42 ár giftur Herdis Møllehave, sum var sosialráðgevi og rithøvundur, og tey fingu trý børn – Tomas, Mikkel og Kathrine. Herdis doyði í 2001, tá ið tey búðu í Onglandi. Hon er grivin í kirkjugarðinum á Frederiksberg, og undir liðini á henni hevur Johannes Møllehave fingið sítt pláss at verða jarðaður.
- Um Johannes Møllehave kanst tú siga alt og tað øvugta, bæði passa, skrivaði professarin Jørn Lund í eini fagnaðarbók til Møllehave fyri fimm árum síðani.
Gud er kærleiki
Johannes Møllehave er í nýggjari tíð virknasti og týdningarmesti teologurin í Danmark. Hann hevur borið fram og boðað ein kristindóm, sum fevnir breitt og fyrigevur. Møllehave hevur lagt dent á, at hann fær kærleika, ljós og gleði úr kristna boðskapinum, og hansara útlegging av kristindóminum er ein kristindómur við vón og fyrigeving. Øll skulu hava ein kjans. Hann hevur gjørt upp við sín egna stranga kristna uppvøkstur, har omman og foreldrini hildu seg til ein strangan boðskap við hóttanum um myrkur og fortapilsi.
- Mín einfalda teologi er, at Gud er kærleiki, og tað merkir, at Hann er bert har, sum kærleikin opinberar seg. Eg kann ikki rúma luthersku myndini av ”Deus Absconditus” – tí fjalda Gudi – sum kann verða harður og óndskapsfullur. Tað kann eg ikki finna eina meining í. Og eg gangi ímóti tankanum um fortapilsi. Tí um Gud sigur: “Eg eri kærleiki”, so kann mann ikki ímynda sær, at Hann ynskir, at tey menniskju, sum ikki trúgva á Hann, skulu brenna í allar ævir, sigur Møllehave í bókini “Jagten på lyset og kærligheden”.
Møllehave hevur virkað ótroyttiligur í sínum virksemi. Hann hevur skrivað og tosað sum fáur og ger tað framvegis, hóast hann er komin upp í árini. Og fólk lurta framvegis eftir honum.
- Møllehave er eitt arbeiðsgrev, og tað ger hann so áhugaverdan. Hann brennir so nógv fyri tí, sum hann sigur, ger og stendur fyri, at tú kanska ikki lata verða við at blíva fasineraður, sigur rithøvundin Ole Sønnichsen.
- Men hetta kann eisini verða ein av negativu síðunum við honum, tí tá ið hann fyllir so nógv, sum hann ger, so kann hann verða trupul at verða saman við. Skalt tú verða saman við honum, so skalt tú vilja hann, tí hann setir seg sjálvan í sentrum, og hann tekur so nógv av orkuni, sum er í einum rúmi, sigur hann.
Eins við øll fólk
Johannes Møllehave hevur vitjað tvær ferðir í Føroyum. Seinnu ferð var í fjør, tá ið hann tosaði í Norðurlandahúsinum.
Møllehave greiddi í eini samrøðu við Rás2 frá, hvussu hann fyrstu ferð hevði við Føroyar at gera. Tað var, tá ið hann gekk í einum av hægru fólkaskúlaflokkunum og var við í eini skrivikapping um føroyskar rithøvundar. Hann skrivaði um Heðin Brú og William Heinesen.
- Eg var so errin, tí eg vann tvær bøkur í kappingini. Ein, sum gekk í studentaskúla, vann høvuðsvinningin, sum var ein ferð til Føroya. Tað vísti seg, at vit vóru bert tveir, sum luttóku í kappingini, men eg var fegin um mítt annað pláss, segði Møllehave.
Ein av føroyingunum, sum hevur havt við Johannes Møllehave at gera, er presturin Theodor Olsen.
- Møllehave er størsti formidlarin av kristindómi í Danmark seinastu 30-40 árini. Hann hevur verið sera virkin og fjølbroyttur. Hann ger ikki mun á menniskjum og er tann sami, hóast hann er í lag við landsins leiðarum ella einum brotsmanni.
- Hann hevur karisma og slagkraft. Tað verður onkuntíð sagt, at hann er yvirflatiskur, men tað er hann ikki. Hann dugir at tosa við øll fólk, og hann er ein entertainari, men tað er góðs í tí, sum hann sigur og skrivar. Tað er eisini serstakt fyri hann, at hann hevur eitt óvanliga gott minni og kann sitera burtur úr øllum hugsandi verkum, sum hann hevur lisið, sigur Theodor Olsen.
Kaos og myrkur
Samstundis sum Johannes Møllehave hevur verið uppfataður sum ein lívsjáttandi, glaður og virkin prestur, hevur hann samstundis havt sítt at stríðast við. Tey, sum kenna hann best, siga, at tað er ikki lætt at koma heilt tætt inn at honum, og hann dugir í almenninginum væl at snúgva sær undan teimum meira negativu og myrku persónligu søgunum við at goyma seg aftanfyri endaleys sitat hjá øðrum persónum.
Í ævisøguni “Møllehave – Jagten på lyset og kærligheden” fer Ole Sønnichsen rættiliga afturum almenna persónin Møllehave og gevur fólki eitt innlit í tær minni kendu og almennu síðurnar hjá prestinum.
Millum annað fekk stóra gávumildnið og hjálpsemið hjá Møllehave út yvir familjuna, tí hann hevði óskil í sínum fíggjarviðurskiftum. Hann gav stórar pengaupphæddir til fólk, sum hann helt hevði brúk fyri pengum – og tað kundi verða fullkomiliga tilvildarlig fólk, sum hann hitti onkursvegna. Konan Herdis stríddist við at halda nøkunlunda skil á fíggjarviðurskiftunum, men tað var mangan vónleyst.
Eisini heimið hjá teimum í Virum, har hann Møllehave var prestur í 14 ár, var merkt av kaos, tí hurðin stóð altíð opin fyri fólki, ongar reglur vóru, og eingin ruddaði ella røktaði prestagarðin, og tað sá út hareftir. Biskopurin Kjeld Holm greiddi einaferð frá, at tá ið hann skuldi eta nátturða hjá Møllehave, máttu tey skiftast um at eta, tí tað bar ikki til at finna meira enn tríggjar djúpar tallerkar.
Johannes Møllehave hevur eisini stríðst við depressiónir og ótta, og hann er ræddur fyri at verða einsamallur. Í onkrum tíðarskeiðum hevur myrkrið vunnið á honum. Í tíðini eftir at konan doyði, hevði Møllehave tað sera trupult, og hann kom so langt, at hann ein dagin koyrdi út Stórabeltsbrúnna fyri at gera av við seg. Hann fór upp á rekkverkið og ætlaði at leypa í deyðan, men tankin um børnini og barnabørnini fekk hann at broyta hugsan og fara av brúnni aftur.
- Eg ivist ikki í, at tær myrku síðurnar, sum hann hevur drigist við, hava givið honum orkuna, sum hann er kendur fyri at hava, sigur Ole Sønnichsen.
- Hansara jagstran eftir ljósi og kærleika er líka so nógv ein flýggjan frá myrkrinum. Jú, meira hann verður sæddur og hoyrdur og kann geva frá sær, jú longri er hann burtur frá sínum egna myrkri. Tað, at hann er blivin ein so ótamdur formidlari, kemst lutvíst av, at hann hevur havt nakað, sum hann skuldi flýggja frá, sigur hann.
Johannes Møllehave helt sín 75 ára føðingardag saman við familjuni mikudagin.