Hondbóltur
Uttan stórvegis trupulleikar helt StÍF fast um sína støðu á stigatalvuni, tá teir sunnudagin tóku ímóti hovyíkingum.
Tað var einki at ivast í, at heimaliðið átti favoritt-leiklutin í dystinum, og frá fyrsta bríksli tóktust teir eisini at taka hendan á seg. Hoyvíkingarnir fingu valla fótin fyri seg, og tó at vertirnir kanska kundu havt meira ferð á álopsspælinum, so tóktist tað ikki vera neyðugt at koyra kol á allar ketlarnar.
At hoyvíkingar bara fingu seks mál fyrra hálvleikinum sigur nakað nógv um, hvussu trupult teir høvdu við at fáa glið á álopsspælið, og tá StÍF so leyp avstað beint eftir steðgin, tóktist eitt veruligt sorl at hanga í luftini. Heilt so galið gjørdist tað tó ikki, tí hóast úrslitið sýnir ein greiðan mun, so kundi støðan enntá veri verri hjá H71.
Og uttan at teir soleiðis ómakaðu sær nakað serligt, so hildu strandingar á hendan hátt fast um sessin á stigatalvuni. At Neistin so samstundis snávaði móti KÍF, mundi ikki gera dagin verri fyri teirra viðkomandi. Tað úrslitið kann kanska eisini vera ein áminning til StÍF, tí júst KÍF er næsta mótstøðulið teirra.
Hovyíkingar fingu sum so ikki gjørt stórt hesaferð, og aftasti sessurin á stigatalvuni avspeglar eisini avrikið, sum liðið hevur sýnt seinastu dystirnar. Hvørt hetta verður betra komandi dystirnar, er ilt at meta um, men í øllum førum er talan ikki um nakra lætta uppgávu komandi dystin. Tá vitjar H71 nevnliga í Vestmanna, har heimaáskoðararnir neyvan eru nøgdir, bara talan er um sigur. So hoyvíkingarnir eru helst ávaraðir um, at talan tá kann gerast um rættiligt ódnarveður.
Dysturin í tølum
StÍF-H71 23-13 (12-6)
Málskjúttar
StÍF: Artur Johansen 7, Alexandur Johansen 5(2), Sverri Justinussen 4, Andre F. Danielsen 3, Sveinur Justinussen 2, Mortan Hansen 1, Bent Djurhuus 1
H71: Heini Bendtsen 3, Niels Viggo Niclasen 3, Olaf Vestergaard 2, Jákup á Borg 2, Halgir Dahl Olesen 1, Tróndur Vatnhamar 1, Henrik Gerster 1(1)
Brotskøst: StÍF 2, H71 5
Útvísingar: StÍF 4, H71 3
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Kári Hansen