Tamt orðaskifti í tinginum

Løgtingsformaðurin heldur, at orðaskiftið um ólavsøkurøðu løgmans var eitt tað tamasta í fleiri ár

ÒLAVSØKURØÐA
 
Tingið nýtti í ár ikki meira enn tveir dagar at viðgera ólavsøkurøðu løgmans. Vanliga plagar viðgerðin at taka minst tríggjar dagar, men so var ikki í ár. Viðgerðin var sett á fyribils skránni fyri hósdagin, men fiskidagarnir sluppu at standa einsamallir á skránni. Viðgerðin endaði mikukvøldið á leið klokkan átta á kvøldi. Nýggja samgongan yvirlivdi væl og virðiliga sína fyrstu styrkisroynd av hesum slag.
Løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, heldur kortini ikki, at serliga nógv minni tíð varð nýtt í ár í mun til undanfarin ár.
- Vit byrjaðu stundisliga klokkan níggju hvønn morgun og arbeiddu út á kvøldið. Tískil hevur tað ikki verið nýtt so nógv minni tíð í ár, sigur Edmund Joensen.
Hann heldur, at orðaskiftið í ár hevur verið rættiliga tamt, og tað hevur verið lítil dramatikkur at hóma.
Løgtingsformaðurin metir, at tað serliga hava verið sjálvstýris- og búskaparmál, sum hava sett dám á kjakið í tinginum. Og soleiðis plagar eisini at vera, sigur Edmund Joensen.
Løgtingið fer til 18. august at viðgera fiskidagarnar. Einki annað mál er á skránni til 18., tá ið fiskidagarnir skulu samtykjast. Fyrsta viðgerð av fiskidøgunum verður seinnapartin.