Tamt valstríð

Ein, ið livir av at selja vørur, Høgni Rasmussen, stjóri í Sansir, heldur, at valstríðið til fólkatingsvalið hevru verið rættiliga tamt.

- Tað tykist, sum flokkarnir leggja lítla orku hetta fólkatingsvalið, og heldur goyma krútið til løgtingsvalið, sum verður um stutta tíð, sigur Høgni Rasmussen.

Hann heldur, at valplakatirnar í nógv minni mun seta dám á bygd og bý enn vanligt er.

- Tað er ikki vist, at valplakatir flyta so nógvar atkvøður, men tær skulu vera har. Tað hevði verið óhugsandi at hildið eitt býráðsval, har eingin plakat var at síggja í býnum av Heðin Mortensen. Ella eitt løgtingsval uttan eina plakat av Høgna Hoydal, Aksel V. Johannesen ella øðrum oddapolitikarum, sigur Høgni Rasmussen.

Hann sigur, at sjálvandi er munur á at selja vaskipulvur og so at selja politikk.

- Men grundleggjandi er politikkur ein vøra, sum veljarin skal fyrihalda seg til, sigur Høgni Rasmussen.

Samstundis sum hann heldur, at valstríðið í Føroyum er tamt, er meiri ferð á valstríðnum í Danmark.

- Stórur dentur verður lagdur á nýggju miðlarnar, og alt er meria gjøgnumhugsað. Til dømis til holmgonguna millum Løkke og Thorning, har Løkke gongur yvir til Thorning og leggur ein gulan seðil á borðið hjá henni. Næstan samstundis sum hetta hendir, leggur Venstre seðilin út á internetið, og so ganga fáir minuttir, inntil Ekstrabladet og hinir miðlarnir hava fingið fatur á seðlinum og sriva um hann. Hesin seðilin dominerar so í miðlunum komandi dagarnar, sigur Høgni Rasmussen.