Tamur dystur í Fuglafirði

Fótbóltur: Enn einaferð fekk mótstøðuliðið hjá ÍF javnað í seinastu minuttinum. Hetta er fjórðu ferð í hesum kappingarárinum

ÍF hevur spælt nógvar javnleikir í ár. Soleiðis var eisini sunnudagin í Fuglafirði, tá NSÍ var á vitjan. Enn einaferð høvdu fuglfirðingar drúgva leiðslu, og enn einaferð fekk mótstøðuliðið javnað í evstu løtu.


ÍF betur

í fyrra hálvleiki

Fuglfirðingar vóru tað betra liðið í fyrra hálvleiki. Teir høvdu heldur meira av spælinum, og haraftrat vóru tað teir, sum høvdu teir størru málmøguleikarnar.

Tá ið einir 20 minuttir vóru leiktir, legði heimaliðið seg á odda. Eftir nakað av trunkaspæli endaði bólturin hjá Áslakki Petersen, sum var knappur og skeyt bóltin í málið hjá Dejan Milanovic.

Áslakkur var ein av teimum frægastu spælarunum á ÍF-liðnum, og serliga í fyrra hálvleiki gjørdi hann nógv um seg. Hann hevur tann rætta hugburðin og gav seg fult út í hvørjari takkling. Serliga var tað samanspælið millum hann og Bárð á Lakjuni, sum riggaði sera væl í fyrra hálvleiki. Áslakkur vann fleiri bóltar á miðjuni og sendi teir skilagott frá sær, men Bárður hevði ikki hepnið til at umseta støðurnar til mál.

Onkur annar stórur møguleiki var eisini í fyrra hálvleiki, men óneyvar skotroyndir og gott málmansspæl forðaði fyri, at fleiri mál komu.


ÍF spælir verjufótbólt

So skjótt sum ÍF hevði lagt seg á odda, fóru teir at spæla verjufótbólt. Serliga í seinna hálvleiki var tað sjáldan, at ÍF-leikararnir komu fram um miðjuna. Grundin til, at ÍF spælir verjufótbólt, er at teir hava eina sera góða verju. Veteranurin Torkil Hansen stýrir verjuni væl, og hann spælir upp á tað trygga og ger einki býtt.

Torstein Joensen er eisini ein tryggur skansi hjá fuglfirðingum. Hann spældi sera væl, men mátti tíanverri út við skaða um miðjan seinna hálvleik. Bartal Eliasen, sum hevur bankað upp á dyrnar hjá Allani Simonsen, vísti, at hann er sterkur í luftspælinum, umframt at hann røkir sínar defensivu uppgávur til lítar.


NSÍ omaná

í seinna hálvleiki

Vóru tað fuglfirðingar, sum vóru betri í fyrra hálvleiki, so var tað júst umvent í seinna. Nú vóru tað runavíkingarnir, sum høvdu tað mesta av spælinum, men tað gekk striltið hjá teimum at spæla seg fram til nakrar veruligar málmøguleikar.

Ikki fyrr enn nakrar fáar minuttir fyri leiklok eydnaðist tað NSÍ at fáa útjavnandi málið. Óli Hansen fekk bóltin nakað uttan fyri brotsteigin hjá ÍF. Hann fór framvið Bartal Eliassen í ÍF-verjuni og komin áraka brotsteigarmarkið smekkaði hann til og bólturin sat í málinum til endaligu

støðuna 1-1.

NSÍ-liðið var ikki væl mannað henda dagin. Gert Langgaard og Helgi L. Petersen sita framvegis uttanfyri við skaðum, og áðrenn dystin var Arnfinn Langgaard eisini ivasamur. NSÍ hevði bóltin allan seinna hálvleik, men teir dugdu ikki at umseta leikligu yvirvágina til mál.

Í seinna hálvleiki settu runavíkingar Kristian Høgna Jacobsen, sum júst er komin heim av flatlondum, inn í dystin. Hann vísti, at hann er ein góður spælari, sum NSÍ uttan iva fer at fáa gleði av seinni í ár.

Eitt sum mong undrast yvir er, at ein maður sum Jónstein Petersen skal brúkast í defensiva spælinum, tá hann er ein av sterkastu offensivu trumfunum hjá NSÍ. Í Fuglafirði sást eisini, at hvørjaferð Jónstein fór fram við bóltinum, var vandi á ferð, og ólag kom á ÍF-verjuna.


Rættvíst úrslit

1-1 endaði dysturin, og hóast fuglfirðingar vóru misnøgdir við, at teir søplaðu leiðsluna burtur so seint í dystinum, so mundi javnleikur vera eitt rættvíst úrslit.

Dysturin í Fuglafirði var nakað nógv darvaður av tí nógva vindinum, sum var sunnudagin, og av somu orsøk var ongantíð tað stóra fótbóltsspælið at síggja.

Annars hildu fleiri av spælarunum, at dómarin stóð nakað veikur í myndini, og at hann ikki tordi serliga væl at vísa sín myndugleika.