Tangaskip rænt í Guinea-víkini

Eitt grikskt tangaskip, sum er skrásett á Isle of Man, varð rænt úti fyri strondini í vesturafrikanska landinum Togo í dag. Manningin telur 24.

Altjóða sjóferðslufelagsskapurin International Maritime Bureau sigur, at hetta er annað sjórænaraálopið í Guinea-víkini teir seinastu fjúrtan dagarnar.

Fyri trimum vikum síðani doyðu tveir nigeriskir vaktarmenn, og fýra útlendingar vórðu burturfluttir, tá sjórænarar lupu á eitt skip hjá einum oljufelag. Sambært nigerisku sjóverjuni burturfluttu sjórænararnir ein mann úr Malaysia, ein úr Iran, ein úr Indonesia og ein úr Teilandi.

Reiðaríið, sum eigur skipið, er nigeriskt, men verður lutvíst stýrt úr Niðurlondum.