Tangaskip rænt úti fyri Vesturafrika

Vápnaðir menn hava rænt eitt tangaskip uttan fyri havnarbýin Abidjan á Fílabeinsstrondini. Sambært Reuters-tíðindastovuni er skipið skrásett í Panama.

Sum skilst varð skipið rænt á náttartíð, og sjóvinnumyndugleikarnir í Abidjan siga, at skipið er seinast staðfest úti fyri strondini í Ghana.

Hetta er minni enn so fyrstu ferð, at stór skip verða rænd úti fyri vesturafrikonsku strondini, og Reuters skrivar, at sjórænararnir fáa nógvar pengar í loysigjaldi fyri skip og manning, og at summir harumframt fáa pengar við at selja farmin.