Tvey russisk tangaskip stoyttu saman leygarnáttina, tá tey vóru á veg ígjøgnum ta arktisku Landnyrðingsleiðina norðan fyri Russland. Sambært russiskum fjølmiðlum rendi tangaskipið Varzuga á hitt tangaskipið, sum eitur Indiga. Bæði skipini kundu tó halda leiðina fram.
Russar hava gjørt av at royna Landnyrðingsleiðina í summar, og reiðarí um allan heim halda eygað við russisku royndunum.
Kann tann farleiðin brúkast, sleppa skip, sum sigla millum Evropa og Asia, frá at fara suður um Afrika ella ígjøgnum Suez- ella Panama-veitina.