Tankar um deyðshjálp

Líðing er vanliga nakað, ið vit royna at minka um í okkara egna lívið og í lívinum hjá øðrum. Eins og vit ynskja øllum at koma í henda heim við so lítlari líðing sum gjørligt, ynskja vit at fara úr hesum heimi við so lítlari líðing sum gjørligt. Hóast hetta eru ymsar hugsanir um, hvørt vit eiga at hava lógartryggjaðan rætt til deyðshjálp. Tíverri standast ofta mótsetningarnir í orðaskiftinum av ógreiðari fatan av, hvat deyðshjálp fevnir um.

Hans Mols Mortensen

Í sambandi við útgávuna av seinastu bókini hjá Martin Amis, kom eitt minni fjølmiðlarok um deyðshjálp (eutanasi). Amis tosaði um komandi stóru broytingarnar í Onglandi og stórum pørtum av vesturheiminum næstu árini.

Talið av gomlum fólkum fer at vaksa nógv, og hesi fara at verða ein so stór byrða fyri samfelagið, at yngri ættarlið helst fara at ilskast inná øll hesi ræðuligu gomlu, ið sita og stinka í bíðirúmunum og seinka ferðsluni við sínum koyristólum. Tá henda silvurhærda tsunami rakar landið, ímyndar hann sær skemtandi eitt kríggj millum ung og gomul.

Hóast hann sær seg sjálvan sum ein av ágrýtnu hermonnunum í hesum komandi borgarastríði, viðgongur hann tó eisini, at tá hansara tíð kemur, ræðist hann eina langa, trupla og pínufulla sjúkralegu. Heldur hevði hann ynskt sær, at deyðshjálparbásar vóru á gøtuhornum, har man kundi gingið inn, fingið sær eina martini og eitt heiðursmerki, og so komið út aftur í einum kassa.

Tos um eins egna deyða lætnar helst við einum sindri av skemti, men í eini grein* herfyri vísir Georg L. Petersen á, at fyri ein hjálparleysan son er als eingin stuttleiki at finna á sjúkrastovuni hjá tí doyggjandi pápanum, hvørs seinasta tíð var merkt av “ófatiligari pínu og nógvum morfini.”

Líknandi støður fara einans at gerast fleiri, tá omanfyrinevndu fólkatalsbroytingar eisini fara at gera seg galdandi í Føroyum; og av tí at vísindin framhaldandi fer at økja um sín førleika at leingja tíðina hjá teimum doyggjandi, verður spurningurin um deyðshjálp alt meira átrokandi.

Orðið “eutanasi” er úr grikskum og merkir “góður deyði”; og úr hesum orði sprettur alt kjak um deyðshjálp, tí undir øllum grundgevingum fyri deyðshjálp liggur fortreytin, at tað eru bæði góðir og ringir deyðar.

Ein góður deyði er nakað, vit øll vóna at fáa. Helst ein friðarligur, pínuleysur deyði eftir eitt langt, eydnusamt lív. So heppin fara vit øll tó ikki at verða. Spurningurin er sostatt, um tann doyggjandi skal fáa loyvi til og – um neyðugt er – hjálp frá samfelagnum til at enda sítt egna lív.

Hetta er eitt dømi: Ein eldri kvinna hevur eina deyðiliga sjúku, ið við tíðini hevur kryplað hana við pínu, og bundið hana til alskyns hjálpartól og pínudoyvandi evni. Hon hevur umhugsað sína støðu og vigað tær gleðir, lívið enn hevur at bjóða, og velur at doyggja, áðrenn seinastu gleðirnar eisini eru burtur. Eftir hon hevur tosað við sína familju og vinir, góðtaka tey hennara avgerð.

Seinastu tíðina fær hon nógva vitjan, kærlig brøv og heilsur. Seinasta dagin koma øll saman fyri at minnast aftur á gamlar dagar, lesa yrkingar og siga farvæl. Nøkur valdu at sita hjá henni, meðan hon drakk eitt glas av barbiturátum og síðani setti á sína seinastu vínfløsku. Innan ein tíma fall hon spakuliga í óvit, meðan tey øll hoyrdu hennara yndistónleik.

Hetta er virkin deyðshjálp, og er frægasti formur av deyðshjálp, tí tann doyggjandi sjálv velur tað. Verri er, tá tann doyggjandi er í so ringum standi, at hon ikki er før fyri sjálv at siga sín vilja. Eisini í hesum føri kann deyðshjálp rættvísgerast, um líðingin er nóg stór, og eingin vón er fyri leking og pínulinna.

Nú er tað vorðið, at flest fólk skilja “eutanasi” sum virkna deyðshjálp; also: at einum persóni verður givin okkurt evni, ið elvir til deyða. Óvirkin deyðshjálp er t.d. tá evnis-viðgerð verður steðgað; ella eitt andingartól verður sløkt, fyri at ein heiladeyður sjúklingur fær loyvi at doyggja. Óvirkin deyðshjálp er løtt at góðtaka og verður regluliga framd á sjúkrahúsum í sambandi við sjúklingar, ið ikki hava nakra vón um betring ella leking. Munurin millum virkna og óvirkna deyðshjálp er tó einans verkligur.

Eingin grundleggjandi munur í hugburði nýtist at vera millum virkna og óvirkna deyðshjálp, tí um tú við vilja ikki ger nakað ella sýtir fyri at gera okkurt, er hetta líka nógv eitt virksemi, sum um tú ger nakað við vilja. Sostatt er skyningin millum óvirkna og virkna deyðshjálp følsk í hesum sambandi, tí tilvitað virksemi gera seg galdandi í báðum førum, og úrslitið er eitt og tað sama.

Í summum førum verður ikki bert munurin millum óvirkna og virkna deyðshjálp viskaður út, men eisini munurin millum pínuviðgerð og deyðshjálp. Sum t.d. tá læknar verða noktaðir at enda lívið hjá sjúklingum við morfini, men geva stórar nøgdir av morfini fyri at halda pínu burtur. Hetta kann ikki kallast deyðshjálp, tí tá morfin-nøgdirnar verða hækkaðar til deyðiligt støði, er endamálið hjá læknanum ikki at drepa sjúklingin, men at viðgera pínuna! Her er ikki talan um so mikið sum ein verkligan mun. Virksemið og úrslitið er tað sama, tá tað at lina pínu og at drepa sjúklingin gerst tað sama.

Fáir læknar mugu hava mist nógvan svøvn av hesi følsku tvístøðu. Tá deyðin vissuliga er komandi til tann pínandi, útlúgvaða sjúklingin, er greitt, at ein skundan undir deyðan er frægasta pínulinnan at geva. Deyðin er nú hin einasti, ið kann steðga pínu og líðing.

Í dag liggja nógv doyggjandi í miklari líðing, orsakað av teimum, ið eru ímóti deyðshjálp yvirhøvur. Høvuðsgrundgevingin hjá teimum, sum eru ímóti deyðshjálp, er, at deyðshjálpin møguliga fer at verða misbrúkt.

Hetta fekk man sanniliga at hoyra í kjakinum um deyðshjálp, sum var í Kringvarpssendingini “Dilemma”**. Eins og Aldous Huxley ávaraði um okkurt líknandi í “Brave New World” á sinni, ímyndaðu hesi bæði mótstøðufólkini sær aldrandi foreldur, ið fóru at verða avlívað sum óynsktir kettlingar, tá tey blivu til ov mikið stríð ella ov dýr at hava innløgd á spariraktu føroysku sjúkrahúsunum.

Mótstøðufólkini hava sjálvandi rætt í tí, at alt kann misbrúkast. Spurningurin til hesi er sostatt, um tey halda, at vandi fyri misbrúki verða eina nóg góða orsøk til at lata sjúk fólk pínast í hel, ella um hetta heldur er orsøk til at seta upp trygdarskipanir fyri at forða misbrúki? Nógvir trupulleikar fara at stinga upp, men tað er neyvan handan menniskjaliga førleikan at finna fram til góðar og tryggar loysnir.

Flest mótstøðufolk eru sjálvandi vælmeinandi, og teirra meiningar mugu møtast við virðing og álvara. Minni virðilig er tó trúgvin um ein yvirnatúrligan gud, ið hevur givið lívið, og er tí einastur, ið hevur rætt til at taka tað burtur.

Víst verður eisini onkuntíð til kristnu læruna um líðing sum verandi ein natúrligur partur av lívinum. Summi teirra skilja hetta soleiðis, at um líðing er partur av skapanarverkinum, so hevði deyðshjálp verið ein roynd at minka um líðing, og harvið verið ímóti Guðs vilja. Og eftirsum vit heldur ikki eru blivin spurd, um vit vildu koma inn í henda heim, er tað fyri hesi somu fólk helst eitt sindur frekt at halda, at vit bara soleiðis kunnu fara, tá okkum lystir!

Henda trúgv er beinleiðis vanærilig og ófyrigevilig, tí hon tekur frá okkum okkara fría vilja at avgera, hvat er rætt og skeivt, og harvið undirgravar øllum etiskum kjaki.

Eingin okkara hevur biðið um lívið, og vit kunnu ikki rættuliga sigast at vera givin tað, eftirsum vit øll framvegis bíða eftir haldgóðum prógvi um, at hesar lívgevandi gudaverur veruliga finnast. Um vit hava rættin til lívið ella ei, er ein aldargamal og ógreiddur spurningur. Flest kunnu tó semjast um, at menniskju hava rættin til eitt sømiligt lív, og rættin til verju mótvegis ómenniskjansligari viðferð. Rættin til hugsanarfrælsi og trúarfrælsi taka flest fólk eisini undir við. Allir hesir rættir geva einum persóni loyvi til sjálvur at avgera, hvussu hann livir, so leingi hann eisini virðir hesi somu rættindi hjá øðrum.

Deyðin er ein partur av lívinum, so um ein persónur hevur rættin til eitt sømiligt lív, má hann eisini hava rættin til ein sømiligan deyða; og um rætturin at doyggja, áðrenn líðingin gerst ótolandi, verður noktaður, setir man persónin í eina ómenniskjaliga støðu. Samanumtikið má ein persónur hava rætt til at velja, nær og hvussu hann doyr, og – um neyðugt – eisini hava rætt til deyðshjálp.

Um samfelagið vil verja rættin til eitt sømiligt lív, má samfelagið geva teimum deyðshjálp, ið biðja um tað. Tá allir partar eru samdir um, at deyðshjálp er ein rætt og virðilig avgerð hjá tí doyggjandi, skal loyvi gevast.

Vit og skil má brúkast til útbúgving og uppseting av ymiskum trygdarskipanum fyri at verja einstaklingin og avvarðandi. Nógvar álvarsamar avbjóðingar fara at liggja í hesum. Felags fyri tær er tó, at tær allar skulu handfarast og loysast við róligum skynsemi og klárum kjaki um rættu siðmenningina.

At enda má sigast, at um lívið er nakar lærari, so skal deyðin eins og lívið helst møtast við bæði álvarsemi og ironi.

Við hesum er tíð at venda aftur til bókina hjá Martin Amis, tí í henni finnur tú akkurát tað rætta blandið av báðum:

“When you become old, you find yourself auditioning for the role of a lifetime; then, after interminable rehearsals, you’re finally starring in a horror film – a talentless, irresponsible, and above all low-budget horror film, in which (as is the way with horror films) they’re saving the worst for last."

*Punktum fo nr. 60, (26. mars 2010)
**Kringvarpið, (29. novembur 2009).