Tankastrok um Y og um X

Tvey nýggj yrkingasøvn eftir Óla Jákup Thomsen eru nú útkomin. Talan er um 55 stuttar yrkingar.

Hesi bæði nýggju yrkingasøvnini eru ein blandingur av yrkingum, tekningum og av list.
Óla Jákup hevur fyrst fingið íblástur til yrkingarnar, sum síðani eru sendar bróðrinum í Keypmannahavn. Og her hevur hesin so "prýtt" tær við tekningum sínum.
Í savninum eru 55 yrkingar og av hesum hava tær 32 fingið ein tekning við - tær allar flestu í litum.
Yrkingarnar í hesum báðum søvnunum fevna um eitt tíðarskeið uppá umleið 14 mánaðir.
- Viðhvørt eru yrkingarnar bara har, sigur Óla Jákup um hesar. Tá ræður bara um at hava ein góðan griffil uppi á sær, leggur hann brosandi aftrat.
Alskyns evni verða tikin upp í hesum yrkingum: Frá eini troyggju sum verður vaskað til delfinir sum sóla sær, og frá teirri fornu roykstovuni til nýhugsan.
Ferðast verður víða, - allan vegin til Alaska, Filipsoyggjarnar, Galapagos, Ísland og Angola. Tónleikur, sjólívið og framtíðin eru eisini við.
Tað er Estra í Gøtu sum hevur prentað bókina, sum forlagið Stjørnustøv gevur út.