Tann 15. vanlukkan við MD-82

Vanlukkan í Madrid í gjár var ikki tann fyrsta við MD82-flogførunum

Koreanska flogfelagið Korean Air átti upprunaliga flogfarið, sum fór av breytini í Madrid seinnapartin í gjár. Tað varð bygt fyri 15 árum síðani og fór sína fyrstu ferð í novembur í 1993. Í 1999 yvirtók Spanair flogfarið. Hetta sama árið gavst amerikanska verksmiðjan McDonnell Douglas at gera hesi flogførini.

MD82-flogførini eru serliga ætlað til at flúgva stuttar og meðallangar ferðir, og tey eru rættiliga vanlig í Evropa. Tey fyrstu flogførini vórðu bygd í 1980, men tey, sum vórðu bygd aftan á 1993, vórðu broytt, so tey skuldu brenna minni og larma minni.

Í gjárkvø'ldið bleiv upplýst, at vanlukkuflogfarið hevði avlýst nakrar ferðir, tí tað hevði havt tekniskar trupulleikar. Hinvegin hevði flogfarið ikki verið fyri nakrari vanlukku fyrr. Harafturímóti vistu fjølmiðlarnir at siga, at vanlukkan í gjár var tann 15. við MD82-flogførunum, og tað er eisini komið fram, at so seint sum í apríl kravdu amerikonsku loftferðslumyndugleikarnir, at øll MD82-flogførini hjá amerikonskum feløgum skuldu trygdarkannast.

Amerikanska eftirlitið kom við einum líknandi kravi í 2006, og tá fleiri flogfeløg høvdu ilt við at gera eftir kravinum, fingu tey forboð fyri at brúka flogførini. Sambært tíðarritinum Ingeniøren boðaði SAS tá donsku loftferðslumyndugleikunum frá, at talan var um ein amerikanskan trupulleika.

Tann seinasta álvarssama vanlukkan við einum MD82-flogfari var tann 16. septembur í fjør, tá eitt flogfar hjá felagnum One Two-Go Airlines fór á glið og út av breytini í Phuket í Teilandi. 89 av teimum 130, sum vóru í flogfarinum doyðu.