- Tað er ikki lætt, tá ein tú kennir hevur rústrupulleikar, - hvørt tað so eru foreldur, systkin, børn ella onnur, so raka trupulleikarnir tann avvarðandi eisini sera hart.
- Tað ringasta er kanska at tann avvarðandi ongan hevur at tosa við, sum skilir støðuna, sigur Bláikrossur í kunning um skeiðið, sum vendir sær til hesi, soleiðis at hesi eisini kunnu fáa hjálp.
Á skeiðinum fara ráðgevarar, sálarfrøðingar o onnur at halda fyrilestrar um sera viðkomandi evnir. Hesir hava øll drúgvar royndir við at vegleiða og ráðgeva avvarðandi.
Meiri fæst at vita um skeiðið á heimasíðuni hjá Bláakrossi – www.blakross.fo