Tann dýrasta loysnin er tann rætta

Vit skulu ikki tosa um pengar, tí hetta snýr seg bara um eitt, og tað er at geva fólki ein virðiligan deyða

Vit eiga at hava eitt røktarheim í Føroyum til deyðasjúk fólk – og tað skal vera í Havn

 

Tað halda tey í Tórshavnar Býráð.

 

Tí hava tey nú einmælt samtykt at heita á Heilsumálaráðið og á Kommunufelagið um at seta ein skipan við røkt og linnandi viðgerð til deyðasjúk fólk, fyrst og fremst í Havn, men kanska eisini kring landið.

 

Í býráðnum vísa tey á, at ein kanning, sum er gjørd, staðfeastir, at ein slíkur stovnur, eitt hospice, sum tað eisini verður kallað, við sjey seingjarplássum, hevði nøktað tørvin.

 

Men Bjørghild Djurhuus býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, vísir á, at í 2008 varð ein kanning gjørd, sum vísti, at tað vóru ímillum 20 og 30 fólk, sum vóru í viðgerð hjá pínulinnandi deildini á Landssjúkrahúsini.

 

Tey flestu vóru sjúklingar við krabbameini, men tað eru eisini fólk við øðrum sjúkum, sum hava brúk fyri slíkari linnandi viðgerð.

 

Bjørghild Djurhuus heldur, at í einum slíkum føri sum hesum, eiga vit ikki at hugsa so nógv. Hvat tað kostar

 

– Tað dýrasta er at skipa ein sjálvstøðan røktarstovn til deyðasjúk fólk, men tað er eisini tann rætta loysnin og hetta snýr seg bara um eitt, og tað er at geva fólki ein virðiligan deyða, og tað er bara ein sjálvstøðugur, sum kann veita ta bestu tænastuna.

 

Og hon heldur eisini, at ein slíkur stovnur eigur at vera í Havn, her tað er beint við allar aðrar heilsutænastur, serstakliga Landssjúkrahúsið.