Tann fjalda dagskráin?

Gunnar K Nattestad


Í Dimmuni bleiv gjørt nógv burtur úr, at ein homosexuellur maður var blivin álopin. Hettar bleiv enn einaferð brúkt til at rættvísgera at vit eiga at fáa eina lógarbroyting í antidiskriminatiónsparagraffini, so at sexuell orientering kemur uppí.
Fyri greinaskrivarin var tað ikki nokk bert at siga at ein maður var blivin bukaður (hesin sami byrjaði sjálvur bardagan), nei her snúði tað seg um ein homesexuellan og tí mátti tann síðan blásast upp; kanska fyri at fáa tað meira áhugavert ella heild einfalt fyri at marknaðarføra egna áskoðan.
Havi aldri hoyrt um, at ein hetrosexuellur er blivin álopin, men gangi út frá at hesi eru offur í stórt sæð øllum øðrum álopum/bardøgum.
Heldur ikki verður gjørt so nógv burtur út at løgreglan eisini var álopin, men teir hava helst ikki verið homosexuellir, so hví kóka nakara suppu burtur úr tíð! Løgreglufólk (eins væl og homosexuell) verða eisini niðurgjørd og enntá álopin bara tí tey eru løgreglufólk, men hví einki um at fáa tey við í antidiskriminatiónsparagraffina? Persónliga trúgvi eg ikki at tað hevði hjálpt, hvørki fyri hesi ella omanfyri nevndu. Vánaligur atburður, sum tann ið verður lýstur í greinini, verður í lítlan mun broyttur við Løgtingslóg, men er nógv heldur ein spurningur um uppæling og hvat okkara menniskja sýn er.
Av tí at eg var við at viðgerða uppskoti um at skoyta sexuella orientering uppí lógina og talaði ímóti at hettar var gjørt; vil eg koma við hesum viðmerkingum aftrat:
Lat tað standa púra greitt at øll menniskju hava sama virði og hava tí brúk fyri og rætt til at vera vird sum menniskju; eingin omanfyri nakran annan. Men hettar merkir ikki, at ein og hvør lívsstílur er líka góður sum einhvør annar ella at einki er skeivt í hesum heimi.
Eg vóni tí at tað stendur heilt greitt at homosexuell hava akkurát líka nógv virði sum eg sjálvur og at eg ikki kann loyva mær at spilla tey út ella buka tey, heldur enn nakran annan einstakling ella bólk fyri tað.
Líka so greitt skal tað tó eisini standa, at eg haldi at homosexuell praksis er skeiv, móti natúruni og skaðilig fyri menniskja. Hettar vil eg, sum sjálvur eri syndari, hava rætt til at føra fram uttan at blíva stemplaður fyri at hava homofobi ella tað ið verri er.
Eg vóni vóni eisini at øll, ið siga seg fylgja Jesusi taka hansara orð í Jóhannus 12; 47 til okkum tá ámint verður um hvat er rætt og skeivt: Og um onkur hoyrir orð míni og ikki gevur teimum gætur, tá dømi eg hann ikki; tí at eg eri ikki komin at døma heimin, men at frelsa heimin.
Ongin av okkum er syndafríður og tí kunna vit ikki døma, men vit kunna og skula áminna í kærleika og bøn um at Guð við sínum anda vil sannføra okkum um hvussu vit eiga at liva.