Tann fjórði deyður eftir skot í skúla í Michigan

Ein 15 ára gamlan drongur er í dag skuldsettur fyri millum annað morð og yvirgang eftir skottilburð í einum skúla nærindis Detroit.

Ein skottilburður í einum skúla í útjaðaranum av Detroit í statinum Michigan í USA hevur nú kravt fjórða offurið.

Ein 17 ára gamal drongur doyði í fyrrapartin lokala tíð á einum sjúkrahúsi í Pontiac í Michigan. Tað upplýsir amerikanska løgreglan sambært New York Times og øðrum miðlum.

Í gjár vórðu tríggir tannáringar dripnir í einum skottilburði í Oxford High School, har ein 15 ára gamal drongur læt skot av.

Tvær gentur, 14 og 17 ára gamlar, doyðu á staðnum. Ein 16 ára gamal drongur varð illa særdur av skotum og doyði í einum løgreglubili á veg á sjúkrahús.

Ein lærari og seks næmingar vórðu særdir av skotum. Onkur teirra er illa særdur, siga myndugleikarnir sambært tíðindastovuni Reuters.

Tann 15 ára gamli illgerðarmaðurin er í dag skuldsettur fyri yvirgang, fýra ferðir morð, sjey ferðir drápsroynd og 12 ákærur um at hava vápn. Tað upplýsir ákærumyndugleikin sambært New York Times.

Hóast aldurin verður drongurin ikki settur fyri ein ungdómsdómstól, upplýsir Karen D. McDonald, ákæri fyri blaðnum.

Tann 15 ára gamli kom út av einum wc á skúlanum við einum vápni í hendi, og fór síðani at skjóta ímóti næmingum, su vóru á gongini.

Tað upplýsir løgreglan, sum  í dag hevur hugt eftir øllum sjónbandaupptøkum frá sjóngáum skúlans.

Offrini hjá tí 15 ára gamla tykjast tilvildarlig, sigur Michael Bouchard, sheriffur, sambært New York Times. Men tað var týðuligt, at hann hevði ætlan um at drepa.

– Hann skeyt fólk við stuttari frástøðu, í fýra førum í høvdið og bróstið. Tað er avgjørt morð við køldum blóði, sigur Bouchard við sjónvarpsstøðina CNN í dag.

Frongurin, sum sjálvur var næmingur á skúlanum, varð handtikin nakrar fáar minuttir eftir, at hann var farin at skjóta.

Hann hevur higartil ikki vilja sagt nakað undir avhoyringum.

 

##med2##

Løgreglan er nú við at gjøgnumganga ymsar tekstir, sum innihalda »nakrar av hugsanum hansara«, sigur Bouchard sheriffur við CNN.

– Vit hava einki fingið at vita um motiv frá tí mistonkta, sum er í varðhaldi okkara. Men vit halda, at vit kunnu fáa nógvar kunnleika um, hvussu og hví hetta hendi, sigur Bouchard.

Vápnið, sum tann 15 ára gamli brúkti, var ein skambyrsa, sum pápi hansara hevði keypt fýra dagar frammanundan.

Tað fær ákæran til at umhugsa at skuldseta foreldrini eisini.

– Vit vilja seta tey sum hava ábyrgdina fyri rættin, og vit vilja tryggja rættvísi fyri offurini, sigur Karen D. McDonald.

Skottilburðurin í dag er higartil tann, sum hevur kraft flest mannalív í ár, skrivar New York Times. Men seinastu tvey áratíggjuni hava fleiri blóðugir skottilburðir verið á amerikonskum skúlum.

/ritzau/