Tann "friðarliga" vanlukkan

Fyrstu seks mánaðirnar í ár eru í minsta lagi 1874 fólk deyð ella horvin í Miðjarðarhavinum. 

 

Ikki síðan 2007 hava so mong, sum higartil í ár, latið lív í Miðjarðarhavinum í royndini at sleppa til Evropa.

 

Hetta vísa nýggj tøl hjá ST-felagsskapinum fyri flóttafólk, IOM.

 

Fyrstu seks mánaðirnar í ár eru í minsta lagi 1874 fólk deyð ella horvin í Miðjarðarhavinum. 

 

Størsta vanlukkan higartil í ár, var vanlukkan hin 14. juni, tá eitt fiskiskip við umleið 750 fólkum umborð koppaði.

 

Av teimum 750, vórðu bert stívliga 100 fólk bjargað á lívi. Skipið var á veg úr Libya til Italia.

 

IOM veit at siga, at í minsta lagi 27.633 fólk hava latið lív í Miðjarðarhavinum síðan 2014. 

 

##med2##

 

ST-felagsskapurin heldur, at veruliga talið helst er munandi hægri, tí fleiri bátar eru farnir, har eingi spor sóust.

 

Fyrilitarleysir mannasmuglarar fylla bátarnar alt ov fullar, og tað skal ofta ógvuliga lítið til, at panikkur kemur í umborð, og bátarnir koppa ella søkka.

 

ST hevur heitt á ES um at gera meira fyri at tryggja, at flóttafólk ikki drukna á havinum í royndini at sleppa til Evropa.

 

Men, spurningurin um flóttar spjaðir mong av ES-londunum.

 

Á ES-toppfundi herfyri komu londini ikki til nakra felags semju í spurninginum um fólk, sum royna at sleppa til Evropa.

 

Kelda til henda greinastubba er Verdens Gang. Greinin, sum sipað verður til, kallast "Den stille tragedien".

 

##med3##