Tann gamla úr Titanic er nú deyð

Hon gjørdist kend sum tann gamla Rose úr filminum Titanic ? nú er filmsleikarin Gloria Stuart deyð.

 

Í heimskenda filminum ?Titanic? frá 1998 var tað Gloria Stuart, sum í byrjanini og endanum av filminum, spældi tann 101 ára gamla Rose DeWitt ? tann seinasta, ið yvirlivdi tað kenda skipsbrotið í 1912.

 

Familjan hjá Gloriu Stuart, sum í juni fylti 100 ár, segði blaðnum Los Angeles Times frá, at Gloria doyði sunnudagin í farnu viku í heimi sínum í Los Angeles.

 

Við ?Titanic? skrivaði hon søgu við at vera elsti leikari nakrantíð, sum er vorðin útnevndur til eina Oscar heiðursløn fyri besta hjáleiklut.

 

Annars var tað aftur í 1930?unum, at Gloria Stuart var á hægsta støði í films-yrkisleið síni. Tá var hon millum annað við í nøkrum filmum hjá John Ford, ið eita ?Hverdagens helte? og ?Fangen på højen?, men hon hevur eisini verið við í filmum sum ?Here comes the Navy? og ?De tre musketerer? og einari røð av mongum filmum hjá bretska ræðumeistaranum John Whale.

 

Eftir leiklutin í ?Titanic? fekk Gloria Stuart nógv tilboð til leiklutir í filmum, men hon takkaði nei til allar.