Kronikkur: Ólavur Gregersen, fyriskipari av TACC
Við jøvnum millumbilum er eitt uppkók av ávísum evnum í almenna rúminum. Henda seinasta mánaðin hevur nógv fokus verið á veðurlagsbroytingum í samband við ráðstevnuna 7. og 8. apríl.
Hetta er tó framhald av tí, sum m.a. var ført fram upp undir løgtingsvalið í januar. Tá var nógv tosa um umhvørvið, gransking, menning og altjóða universitet. Onkursvegna vænta vit, at slíkt prát er bara prát og ikki meira. Tá veruligu avgerðirnar skulu takast, so eru tað lokalu vegastubbarnir, sum vinna á globala motorvegnum. Í raðfestingum vinnur tað kenda og stuttsiktaða á tí ókenda og langsiktaða.
Hetta er ein av teim ólagaligu veruleikunum í Føroyum. Hesin veruleiki ger, at trupult er at vinna fram á nýggjar leiðir. Nýskapandi virksemi og átøk á hesum klettum hava ilt við at fóta sær – serliga um tey skulu fáast til høldar við virknari luttøku frá almennu skipanini.
Hóttan móti menning
Í privata geiranum eru seinastu árini dømir um slóðbrótandi átøk innan fíggjar-, olju- og tænastuvinnu.
Men samstundis kunnu vit staðfesta, at størsta hóttanin móti framtíðar vinnuførleika og vøkstri er, at unga fólki festir røtur uttanlands. Føroyar er teirra “frítíðarstað”, meðan teirra evnir og virkisfýsni kemur øðrum samfeløgum til góða. Undirskotið av ungum kvinnum í føroyska samfelagnum er ein ítøkilig hóttan móti framhaldandi fólkavøkstri í samfelagnum. Fyri ikki um at tala skeivleikan í aldursbýtinum á samfelagsborgarum, sum fylgir verandi gongd.
Tað er ein beinleiðis hóttan. Fólkavøkstur er ein týðandi fortreyt fyri samfelagsmenning. Ein lagalig samanseting millum kyn og aldur, ung og eldri, er eisini ein týðandi fortreyt. Eins og tað hevur stóran týdning, at evnagóðir føroyingar, og gjarna útlendingar, inna sítt virkisfýsni her á landi – eisini á ungum árum.
So tað er bæði rætt og viðkomandi at vilja betri karmar til menning – millum annað innan umhvørvisøkið. Okkurt bendir eisini á, at tað vil falla í góða jørð, um politiska skipanin handlar í mun til søgd orð og givin lyftir. Fólk hava áhuga fyri síni egnu framtíð, og tað eru helst fleiri sum eru av tí fatan, at tað er bæði rætt og neyðugt at betra um umhvørvið og fyribyrgja skaðilig árin. Vinnan hevur eisini sínar orsøkir at verða við – bæði fyri at spara pening og fyri at lúka krøv frá myndugleikum og keyparum.
Rákið er við okkum
Altjóða rákið er, at nógv verður lagt fyri innan umhvørvið komandi 10-15 árini. Mett verður, at umhvørvistøkni fer at hava sama leiklut í búskaparmenningini, sum kunningartøkni hevur havt seinastu 15-20 árini. Vit í Føroyum kunnu bjóða okkum fram at taka lut í hesi búskaparmenning – millum annað tí vit hava serstakar fyrimunir, tá ið ræður um havumhvørvið.
Føroyskir granskarar og fólk, sum arbeiða við nýskapan, hava eisini gjørt vart við seg á altjóða pallinum seinastu árini. Á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum verða fleiri dømir um ítøkiligar granskingarverkætlanir, tøkniligar loysnir og hugskot, sum eru tengd at havumhvørvinum, og sum eru í trá við altjóða rákið, sum miðar eftir at tálma jarðarupphitanini.
Í samband við ráðstevnuna er komið fram eitt hugskot um at skipa ein altjóða vitanardepil innan havumhvørvið í Føroyum. Stovnurin skal millum annað taka stig til og samskipa verkætlanir, sum innibera gransking og menning innan havumhvørvið. Harumframt savna og spjaða vitan um havumhvørvið. Knýtt at stovnunum verða fólk úr ymsum londum, sum, umframt at granska og menna, eisini veita undirvísing í styttri ella longri tíð á hægri støði til lesandi á Fróðskaparsetrinum, sum stovnurin samstarvar við. Á henda hátt fer eitt altjóða lestrarumhvørvi at taka seg upp í Føroyum.
Stigtakan sum druknar
Nú fæst at síggja, hvussu hugskotið verður móttikið. Okkurt bendir á, at áhugi er fyri tí. Men mangan hava vit sæð, at nýskapandi hugskot og átøk “drukna” í fyrireikan og orðaskiftum, politiskari vælvild uttan veruligt innihald, endaleysum nevndarviðgerðum og tilmælum, sum ikki verða fylgt. Í ringasta føri enda hugskot í einum kyksendi av øvundsjúkum og maktspæli.
Tann dapri sannleikin í Føroyum er tískil, at mong hugskot, sum vilja fram á ókendar leiðir, og sum krevja almenna luttøku, fáast ikki til høldar.
Onkur hevur sagt, at tað ber ikki til at finna nýggj lond við gomlum kortum. Ovasta leiðslan í almennu skipanini hevur í hesum føri eina serliga ábyrgd. Fyri tað fyrsta er neyðugt at raðfesta. Vilja vit gera nakað við umhvørvið og teir møguleikar, tað inniber? Harnæst má leiðslan tora at leiða átøk, sum bæði eru nýskapandi, og sum krevja avgerðir, ið eru óvanligar í mun til tað, vit eru von við.
Ítøkilig átøk eru
Tað er vilji og evnir til at arbeiða við uppgávum, sum kunnu mynda innihaldið í einum altjóða vitanardepli innan havumhvørvið. Vit kunnu bjóða okkum fram at menna loysnir innan orkusparing, minkandi CO2 útlát og loysnir, sum viðføra burðardygga gagnnýtslu av havsins tilfeingi, til dømis innan tøkni, arbeiðshættir og veiðuskipanir. Vit eiga fleiri slík dømir í dag. Partroling hevur við sær týðandi orkusparing, men tað eru næstan bert føroyingar, sum brúka henda veiðuhátt. Føroyingar menna trollemmar, skipsskrúvur, mátiskipanir og aðrar skipanir, sum bæði minka um orkunýtslu og dálking á sjónum. Fleiri av hesum loysnum eru handilsgjørdar, men nógv hugskot eru, sum tørva víðari menning.
Føroyar skulu skapa karmar fyri menning av loysnum, sum kunnu brúkast av sjóvinnu um allan heim. Tað hevur nógv størri árin á eitt betri havumhvørvi, enn tað sindri, sum okkara egna nýtsla kann ávirka. Samstundis skapa vit ein vinnuveg, sum er tengd at vitan og altjóða virksemi.
Somuleiðis eru dømir um gagnnýtslu av varandi orkukeldum á landi við vatn-, vind- og sólorku. Ítøkiligar ætlanir eru um at gera eitt royndarverk innan alduorku, sum vil verða eindømi av sínum slag í heiminum. Føroyar kunnu leggja seg eftir at verða undangonguland innan gagnnýstlu av varandi orkukeldum í oyggjasamfeløgum.
Innan kunningartøkni hava føroyingar royndir við hav- og fiskiveiðuumhvørvið, sum ikki eru sjálvsagdar hjá teim stóru KT risunum uttanlands. Hesar royndir kunnu verða virðismiklar á altjóða marknaðinum. Kunningartøkni er eisini mangan ein týðandi táttur í skipanum, sum minka um orkunýtslu og betra um burðardygga framleiðslu.
Veruleikin er jú, at Føroyar hava bæði fólk við evnum, initiativi og hugskotum. Tíbetur eru mong av hesum føroyingum í Føroyum, men fleiri hava valt at festa røtur uttanlands. Eitt tað fremsta málið má vera, at gera karmarnar í Føroyum so mikið áhugaverdar, at vit kunnu skapa grundarlag fyri virksemi innan sonevndan vitanarbúskap, so at útbúgvin fólk kunna brúka sína vitan til at skapa virðir í samfelagnum.
Mál í 2009
Hóskandi kundi verið, at politiski myndugleikin, vísindaliga umhvørvið og vinnan í felag seta sær fyri, at í august 2009 skal ein altjóða vitanardepil innan havumhvørvið í Føroyum verða settur á stovn í Føroyum. Hetta vil samstundis verða eitt upplagt høvið til at bjóða okkum fram á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn á heysti í 2009.
Tað krevur raðfesting, avgerðir og leiðslu. Løtan er lagalig nú – eisini í Føroyum.