Eftir Hanus Andreassen
Eina hálva øld eftir at J.H.O. Djurhuus andaðist, kann tað vera hóskandi at spyrja, um hansara lív, virki og sjónarmið hava nakað at siga teimum ættarliðum, sum nú liva, og kunnu hugsast at hava týdning fyri komandi ættarlið. Hesin stóri spurningur kann býtast sundur í tveir undirspurningar.
Í fyrsta lagi kann tá verða spurt, hvørjir megintræðrirnir vóru í skaldsins lívi og virki. Í øðrum lagi kann ein spyrja, hvat er eftir av tí heimi, sum Janus livdi og virkaði í, og í hvønn mun hann er broyttur. Er nakað samband millum Janusar lív og virki og heimin - fatandi eisini um okkara smáheim - sum hann sær út, nú vit nærkast túsundáraskiftinum?
Tað kann vera hóskandi, um vit vilja geva spurninginum relieffdám, at vísa á, at tað meira enn so hendir, at tíðin leggur menniskjans virki og sjónarmið aftur um bak. Janusar uppalari, Emil Bruun prestur, hevði kirkjumálslig sjónarmið Føroyum viðvíkjandi, sum tíðin hevur vrakað. Hóast tey ofta vóru munandi betri framborin enn áskoðanirnar hjá mótstøðumonnum hansara, eru tey óviðkomandi í dag.
Nógvar av teimum metingum og forsagnum, sum virdir marxistiskir søgufrøðingar í mínum uppvøkstri førdu fram um homo sovjeticus ella Sovjetsamveldisins framtíð, eru í dag gloymdar - og fara neyvan nakrantíð aftur at hava týdning. Verður hetta Janusar lagna? Ella finna vit í hansara virki virðir og hugsjónarligar brandar, ið enn lýsa, og sum vit kanska kunnu læra av?
Mentunarlig og
politisk frígering
Í eini viðgerð sum hesari er neyðugt at velja ein ella nakrar fáar spurningar burturúr. Orsøkin er tann, at skaldsins lív og virki tykist at nema við eina ørgrynni av ymiskum spurningum. Lat meg nevna nakrar: bókmentir og skaldskapur, Norðurlond sum mentunarligt hugtak, tilverurætturin og tilverulíkindini hjá smáum tjóðum, tað søguliga og mentunarliga sambandið millum Danmark og Føroyar, Europa sum mentunarligt hugtak, sambandið millum talumál og bókmentaligan málnorm, menniskjanslig heimkensla, menniskjans møguleiki at umsita sín - í summum førum kaotiska ella anarkistiska - sálarbygnað, viðurskiftini millum mann og kvinnu.
Í hesum fyrilestri fari eg at spyrja, hvat relevans Janusar lív og virki kunnu hugsast at hava fyri tann tjóðskaparliga tilverurættin og tey politisku tilverulíkindini hjá eini fámentari tjóð sum tí føroysku. Men nú er tað so, at nógvir av teimum spurningum, eg beint nú nevndi, natúrliga greinast inn í hvønn annan.
Tað slepst tí neyvan undan, at eg kanska komi at nema við onnur økir, eitt nú Norðurlond, Europa ella grikska mentan. Men í høvuðsheitum fer fyrilesturin at snúgva seg øðrumegin um royndirnar hjá eini smátjóð at reisa seg mentunarliga og hinumegin um hennara royndir at frígera seg politiskt - og um samspælið ella dialektikkin millum hesar strembanir.
Blind upplýsing, klárskygd romantikk
Eg fari at leggja fyri við at royna at skoða Janusar virki í einum søguligum perspektivi. Janus varð føddur meira enn eina øld, eftir at romantikkin hevði tikið seg upp í Týsklandi. Men hann var hugmyndasøguliga partur av hesi rørslu. Tann enski, upprunaliga lettiski, humanisturin Isaiah Berlin hevur í sínum bókum víst á, at upplýsingartíðin, við síni stremban eftir at leggja øll viðurskiftir, eisini tey samfelags- og menniskjansligu, inn undir rationellar lógir, hevði rætt, har evnið var eksakt ella neyv vísindi, men púra órætt, har umráðið var menniskjan og hennara virki.
Tann franska kollveltingin bar, nettup við sínum skynsemisvonda endabresti, prógv um hetta. Tjúgundu aldar kollveltingarmenn, sum førdu upplýsingarstevnuna inn í okkara tíð, rendu seg í somu blindgøtu.
Avleiðingarnar hevur okkara øld heystað í ólukkumát. Berlin dró fram upplýsingarstevnunnar týsku mótmenn J.G. Hamann og J.G. Herder og vísti á, at teir, lutvís takkað veri síni skaldsligu innliving, fataðu kreftir sum tann skilbundni rationalisturin ikki hómaði: at mannalyndi, mál og skaldskapur eru óútgrundiligar støddir, at ein av tí sama noyðist at geva eini ávísari indeterminismu innivist í einihvørjari heimsáskoðan, at har fyrrnevndu støddir verða undirmettar, vanrøktar ella niðurbundnar, eru avleiðingarnar ofta harðskapur ella fremmandgering, og at har tær fáa ein útveg, kann úrslitið vera ein ávís trygd ella eitt ávíst samljóð, í besta føri blóman og lukka.
Tjóðskaparrørslan
Tað kann tykjast eitt undur, at henda romantiska rørsla, sum valdaði í Týsklandi frá 1770 til 1830, skuldi bera við í einum evarska lítlum, fjarskotnum oyggjalandi norðuri í Atlantshavinum o.u. 1880, við tí avleiðing, at ein andaborin, tjóðskaparlig kveiking fór sum eldur um eitt lítið fólk, sum annars fekst við nakað so gerandisligt sum at byggja upp eina modernaða fiskivinnu, og sum hevði vant seg við at fáa sína upplýsing og sín lærdóm ígjøgnum eitt fremmant mál.
Tað hevur sínar grundir, sum tað verður ov drúgført at rekja upp her. Eg fari at avmarka meg til at føra fram, at øll ella at kalla øll, sum hava skapt mentunarlig virðir í okkara samfelag í 20. øld - teirra millum okkara floygdastu og gløggastu andar, William Heinesen og Regin í Líð, Jóannes Patursson og Jørgen-Frantz Jacobsen, fyri bara at nevna nakrar - hava fingið ljós frá hesi rørslu.
Málið ? miðil og formur
Hjá Janusi kom frá ungum av tann miðil, vit brúka til samskifti - málið - at vera arbeiðsøkið. Fyribrigdið mál hevur mangar síður, teirra millum tvær, sum hava týdning í okkara sambandi. Málið er formur: tað skilir seg frá øðrum málum við ávísum eyðkennum - orðum, ljóði, bygnaði, grafiskari mynd. Málið er miðil: tað flytir tankar, kenslur, fagurfrøðilig virðir.
Ikki allir av Janusar samtíðarmonnum løgdu líka stóran dent á hesar báðar síður. Fyri Emil Bruun og tí unga Kristini í Geil hevði innihaldið avgerandi týdning, formurin harafturímóti lítlan og ongan týdning. Føroyskir sjálvstýrispolitikarar, serliga seinni í tíðini, løgdu størri dent á form enn á innihald.
Janus gjørdi tíðliga av at tæna málinum í rúmligari merking. Málið var ein høll, har bæði formur og miðil sótu til háborðs. Sipandi til formin - tað føroyska málið - segði hann um ta mest týðandi hendingina í sínum ungdómi, at hann hevði fingið sín máldóp. Málburðurin hjá hesum í summar mátar skilbundna manni er her romantiskur, sum hann var hjá Hammershaimb, tá hann kallaði móðurmálið eitt ?dyrebart og helligt Klenodie?.
Men samstundis var Janus kosmopolittur og ímóti allari avbyrging. Umframt at eiga ein form, sum skuldi røkjast, var málið fyri honum ein samskiftismiðil, eitt spegl, sum bar Norðurlond inn í brúkarans huga, sum speglaði Europa, sum varpaði inn í nútíðina tankar og fyrimyndir úr Hellas. Meira enn tað, formur og miðil ríkaðu hvønn annan, úr dialektikkinum teirra millum gróði mýking og víðkan, fremmandar spegilsmyndir lyftu formin upp og edlaðu hann. At gera sítt til at fullføra hesa edlan, tað var lívsverkið, Janus setti sær fyri at fremja.
Tað sigur ikki so lítið um Janusar rúmligu, eklektisku stevnu, at hann í royndunum at fullføra sín setning dugdi at fáa gagn bæði av formhegni Jóannesar bónda - hansara orðasnild - og tí miðilsbundna virkinum hjá Emil Bruun - hansara kveikjandi frálæru um hellenskan anda.
Eitt medvitið
mentunarhugtak
Skyld við Janusar málhugmynd er hansara mentunarliga hugbirting ella visjón. Vit møta hesi hugmynd longu tíðliga í hansara virki, borna fram í kámari strikumynd í summum av hansara yrkingum, meira neyvt lýsta eitt nú í onkrari røðu.
Í fáum orðum lýst er henda hugmyndin ein samanrenning av tí besta og upprunaligasta í føroyskari mentan - fyrst og fremst málinum og tí bæði strangliga stýrda og dionýsiskt skapandi føroyska dansinum - og einum modernaðum mentunarhugtaki, fatandi um skaldskap, bókmentir, list, vanliga upplýsing, gransking, heimspeki.
Henda hugmyndin er greidliga humanistisk og mótmaterialistisk og týðliga kveikt av tí hellensku mentan, har dentur varð lagdur á ?hitt góða, hitt vakra og hitt sanna?, og á lýdni móti gudunum ella við øðrum orðum tí sansi fyri lutfalli, sum kundi hjálpa einum menniskja ella einum samfelag at skáka sær uttan um nemesis.
Janusar mentunarhugmynd kemur tíðliga til sjóndar og er frá byrjan av medvitnari enn hjá flestu føringum, sum hugsaðu um slík viðurskiftir. Tað er t.d. merkisvert, at hann, sum fyrst og fremst var yrkjari og týðari, longu í 1913 sóknast eftir, at føringar fara at íðka tónlist, málningalist og høggmyndalist. Tá ið hann ber fram hesa breiðu listarligu visjón, tykist hann at vera langt undan síni tíð.
Ein myndarleys ramma
Tað kann sýnast ikki lítið djarvt - at bera fram tankan um, at ein tjóð, sum í Janusar ungdómi taldi lítið meira enn 20.000 menniskju, skuldi kunna fullføra eitt mál- og mentunarhugtak av hesum kravmikla slag. Og spurningurin, ein setir sær, er: Í hvønn mun var hetta sjón, dreymur ella upplop, og í hvønn mun hevði skaldið treysti til, at hugbirtingin kundi blíva veruleiki?
Spurningurin er fløktur á tann hátt, at hann bæði hevur samband við skaldsins viðfødda lyndi og við royndir at meta um uttanveltað ella objektiv viðurskiftir. Í fáum orðum síggja vit gjøgnum Janusar lív eitt framhaldandi pendulsveiggj millum treysti og mistreysti, kveikjan og eirindaleysa burturkveistran. So seint sum í 1945, nakað eftir kríggið, sigur skaldið í samrøðu við ein danskan blaðmann:
Færingerne er et Folk, ingen Nation. Fordi en Nation maa være en Helhed af kulturel Selvforsyning, hvad et Folk paa 26.000 Sjæle aldrig kan blive. Jeg husker Michelsens Ord til Nordmændene, da Norges Forfatning blev vedtaget: Se, her har vi lavet Rammen, nu staar det til jer at lave Billedet ... Billedet, ja vi har det maaske, men vi faar det aldrig passet ind i en Ramme. Det er for lille, lidt naivt i Stilen, ikke sandt, men yndigt ...
Tað er kanska neyðugt at skoyta uppí her, at ramman í hesi samanbering merkir tann suverena politiska stýrisskipanin, og at málningurin ímyndar mentunarlívið. Tað, sum Janus førir fram, er at Føroyar ikki eru mentunarliga búnar til at blíva ein statur, tær eru eitt fólk, t.e. ein samanhópan av menniskjum, men ikki ein tjóð, t.e. eitt mentunarliga búgvið og sjálvbjargið samfelag.
Frá iva til treysti
Men í Janusar seinastu røðu, sum hann helt á vári 1948, tá minnisvarðin fyri Hammershaimb varð avdúkaður, er tónin ein annar. Fyri at gera sær greitt, hvat týdning henda hending hevði fyri skaldið, eigur ein at hava í huga, at her verður tað andsmenni, sum skapti skriftmálið, og sum skrivaði nakrar av teimum fyrstu modernaðu føroysku prosatekstunum, heiðrað við føroyskari høggmyndalist.
Sostatt umboðaði hendingin bæði mál- og mentunarhugtakið, ta málreising, sum Janus hevði vígt sítt lív til, og ta list í nútíðar fakliga kravsamari merking, sum hann 35 ár frammanundan hevði saknað og eftirlýst. Hetta er grundin til, at hann í síni talu leggur dent á, at relieffmyndin er gjørd úr føroyskum gróti, av føroyskum listamanni, at hon er goldin av føroyskum keypmanni, og í hana eru meitlað orð, yrkt av føroyskum yrkjara.
Vit vita, hvussu forhánisligur Janus kundi vera, tá ið hansara landsmenn royndu seg í list, skaldskapi ella politikki. Her síggja vit hann fegnast um eina hending, sum umboðar bæði mál- og mentunarhugtakið. Orsøkin er tann, at her var talan um listarliga íðkan, ið hvørki var ?lidt naiv? ella ?yndig?, men ekta, strong og dygdargóð. Meira enn tað. Tí henda listin var hvørki dømi um avbyrging ella sjálvsnøgd, hon var kosmopolitisk - bæði Janusar egna epigrammatiska yrking frá 1909 og navnans stranga reliefflist sipaðu aftur til klassiska hellenska list. Hendingin var føroysk, men speglandi ikki bara Europa, men sjálva ta europeisku mentunarvøgguna.
Ymiskleikin í hesum báðum útsagnum er sigandi. Hann er Janusi so líkur, er sprottin úr skaldsins tvílyndi. Men hann hevur samstundis samband við objektiv viðurskiftir, við eitt mentunarlív í modernaðari merking, sum enn trilvar seg fram á byrjunarstigi. Føringar, sum í 1945 sambært Janusi vóru ?et Folk, ingen Nation?, eru hálvtriðja ár seinni sambært sama manni ein ?tjóð, ið nú krevur at vera rópt hin sætta norðlandatjóðin?.
Eitt nútíðar mentunarhugtak
Ber tað til, kann ein spyrja, at gera eina niðurstøðu burtur úr hesum mótsettu sjónarmiðum? Eg haldi, tað er gjørligt. Í míni meting leggi eg ikki bara dent á, hvat skaldið hevur sagt, yrkt og skrivað í sínum lívi, men á, hvussu hansara tilvera hevur artað seg, og hvat hann hevur avrikað. Hóast sera vánaligar peningaligar fyritreytir, hóast eitt viðføtt, vánaligt bindindi, hóast alskyns fløkjur og baksláttir av borgarligum slag ber tað til at siga, at tann mest miðvísa strembanin hjá hesum manni var at gera sítt til at geva tí føroyska málinum eitt modernað, kosmopolitiskt flog. Hvat list í breiðari merking viðvíkir, haldi eg, ein kann siga, at Janus kanska var fyrsti føringur, sum - óbeinleiðis - orðaði eitt føroyskt mentunarligt ella kanska enntá mentunarpolitiskt stavnhald: vit saknaðu í Føroyum tónlist, málningalist, høggmyndalist. Tá ið so ungir føringar 15 ár seinni fóru at skapa eina list, ið var meira enn bara ?yndig? ella ?lidt naiv?, var hann har, eggjandi, áhugaður.
At kalla allastaðni, har talent ella gávur koma til sjóndar, síggja vit hansara skundmikla, flakkandi anda. William Heinesen, Jørgen-Frantz Jacobsen, Mikines, Janus Kamban, Chr. Matras, Karsten Hoydal - hann kendi teir allar, og fyri teimum flestu av teimum og mongum øðrum við stóð hann sum ein - í sínum persónliga lívi bohemkendur - men í síni hugsan savnandi miðdepil.
Brúgv millum varsjón
og veruleika
Mín niðurstøða er tann, at Janus veruliga helt, at hóast føringar vóru millum heimsins fámentastu tjóðir, so bar tað til at byggja brúgv millum varsjónina og veruleikan. Hansara mistreysti, hansara noktan, hansara burturkveistrandi hánarorð stóðu ikki í sannari andsøgn til hesa áskoðan ella trúgv. Tey kunnu heldur metast sum eitt slag av strategi, eitt lið í strembanini fram ímóti nøkrum, ið um ikki annað kundi vera ein nærkan at tí fullkomna og ektaða.
At Janus ikki altíð skapti list, ið var fullkomin ella ekta, og at list var til, sum hann ikki hevði fatan fyri, broytir ikki hesa meting. Hesin maður hugsaði, meira medvitað og við størri kravsemi enn kanska nakar annar í hansara ættarliði, um Føroyar sum eitt mentunarliga virkið øki, og hann hevði treysti til, at henda hugmynd kundi blíva veruleiki.
Hann var sostatt í samsvar við tey yngru ættarlið, ið stovnaðu eitt nú Studentaskúlan, Fróðskaparsetrið, Listaskálan og Musikkskúlan, og hann peikar fram ímóti tí fjølbroytta listarliga virksemi, sum er at síggja í Føroyum í dag.