Teir báðir vinmennirnir Martin Daniali og Lasse Skjønning Andersen vildu gera okkurt egið - okkurt, sum ongin annan hevði gjørt áður.
Á eini ferð í London sóu teir, hvussu bretar gingu við greyti í koppum, og at 7-Eleven seldi greyt fyri tvey pund.
- Eg spurdi meg sjálvan hví selur ongin tað greyt í Danmark, tá okkum eisini dámar væl greyt, sigur Lasse Skjønning Andersen.
Hann setti seg í samband við gamla vinmannin Martin Daniali, og í september í fjør lótu teir matstovuna upp á Jægersborggade.
Tað einasta
Matarkortið er skrivað á eina svarta talvu og verður skift út hvørja viku. Havragreytur og rísingreytur eru altíð at fáa, men turkiskur desertgreytur, øllebrød og risotto eru eisini at fáa viðhvørt.
Teir báðir eru ikki heilt vísir í tí, men alt bendir á, at "Grød" er einasta greytmatstovan í heiminum. Í Onglandi og USA eru tað fleiri matstovur sum bjóða greyt - ella oatmeal, sum tað verður nevnt. Men bara í Keypmannahavn er tað ein matstova, har onki annað enn tann reini greytur er at finna.