Tannáringar flongdu FC Hoyvík

1. DEILD: Allir málskjúttarnir uttan ein í 5-0 sigrinum hjá Víkingi eru tannáringar

Sum myndin vísir, so var pallurin stórsligin uppi á Brekku í Leirvík, tá ið næstbesta liðið hjá teimum í Eysturkommunu seinnapartin tók ímóti FC Hoyvík.

Synd er tað at siga, at vertirnir vóru gestablíðir, tí Oddbjørn Joensen, Tróndur Arge og teirra menn vórðu sendir suður aftur í høvuðsstaðin við 5-0 tapi. Alt var avgjørt, tá ið teir fóru at hvíla seg, tí tá var støðan 4-0.

Serliga síðsta korterið av fyrra hálvleiki gjørdi heimaliðið av álvara um seg. Tá skoraði Víkingur trý mál.

Ingi Jonhardsson var mikukvøldið millum teir fyrstu ellivu, tá ið Víkingur í steypakappingini vann 2-0 á útivølli ímóti B68. Í dag var Ingi millum teir fyrstu ellivu á næstbesta liðnum, og hann skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki – til 1-0 tá ið eitt korter var farið og til 4-0 tríggjar minuttir undan steðginum. Tíggju minuttir eftir steðgin varð Ingi Jonhardsson skiftur út. Ivaleyst tí hann er ætlaður at eiga leiklut á besta liðnum í morgin.

Tá ið ein hálvur tími var farin, skoraði 24 ára gamli Sveinur Justinussen til 2-0. Hann var einasti málskjúttin, sum ikki er tannáringur. 16 ára gamli Olaf Bárðarson skoraði til 3-0.

19 ára gamli Rani Hansen varð skiftur inn á liðið hjá Víkingi, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Í næstsíðsta minutti staðfesti hann eftir hornaspark til FC Hoyvík og skjótt mótálop 5-0 sigurin.

Sigurin í dag ber við sær, at Víkingur aftur er topplið í næstbestu deildini. Víkingur hevur spælt 12 dystir og hevur 25 stig og málmunin +14. NSÍ, sum er næstfremst, hevur spælt 11 dystir og hevur 22 stig og málmunin +11.

Dysturin hjá NSÍ í 12. umfari verður ikki fyrr enn 10. august, tá ið HB verður gestur í Runavík.

FC Hoyvík er næstaftast við fimm stigum.