Fleiri politistar ansaðu eftir 40 ára gamla manninum, sum var grundlógaravhoyrdur í dag, skuldsettur fyri at hava stungið varafútan Tá ið tann skuldsetti maðurin kom í rættin í dag, varð hann fylgdur av fleiri politistum, og hann var í handjørnum.
So skjótt sum maðurin hevði sett seg, vórðu handjørnini tikin av honum, men ein politistur varð standandi við hansara lið alla tíðina, tríggir aðrir sótu beint við, og afturi í rættarsalinum sótu tveir aðrir politistar.
Um motivið segði tann skuldsetti, at hann hevur verið allan vegin runt í royndunum at melda Almannastovuna.
Í seinastu viku fann hann uppá at fara eftir varafútanum. Hann hevði verið og keypt sær ein knív, sum hann ætlaði at stinga varafútan við.
Hósdagin í seinastu viku fór hann í Dómhúsið at leita eftir varafútanum, men var ov seinur.
Hann hevði eisini verið heima hjá varafútanum, men har ætlaði hann ikki at stinga, tí hann vildi hava fleiri vitni.
Finn Ougaard hevði sagt honum, at hann skuldi í Norðurlandahúsið um kvøldið. Staðið hevði verið gott, men tann skuldsetti sá bara varafútan koyra avstað.
Eisini hevði hann verið á arbeiðsplássinum hjá varafútanum. Hann vildi heldur ikki her stinga varafútan, tí einki fólk var í túninum.
Týsdagin hevði hann fyrt verið inni í Dómhúsinum og spurt eftir varafútanum, sum var á fundi inni í húsinum. Hann bíðaði so uttanfyri og stakk mannin júst har, hann ætlaði at stinga.
Knívinum slepti hann og segði við varafútan, at knívin kundi hann eiga sum souvenir. Eisini bað hann varafútan sjálvan um at ringja eftir sjúkrabili.
So gekk hann yvir á politistøðina og meldaði seg sjálvan.