Fiskivinna
Hjá einum tíðindamanni við áhuga fyri fiskivinnuni, kann tað saktans loysa seg at vitja ein túr oman á bryggjuna, tá ið bátar koma aftur av útróðri og skip liggja og landa. Ert tú heppin, fært tú eina kenslu av, hvat rørist ímillum útróðrarmenn, fiskimenn og reiðarar beint nú. Onkur landari, sum koyrir truck, rópar kanska eisini á teg og hevur eitthvørt at siga.
Torleif og Sjúrður
Soleiðis var týsdagin í vikuni, tá ið eg gekk framvið við myndatólinum.
Á veg heim av blaðredaktiónini í Saltangará steðgaði eg fyrst við maskinverkstaðin, Mekanik í Runavík, har eini trý skip lógu fram við bryggjukantinum.
Eitt av hesum skipum, er línuskipið, Pison úr Klaksvík.
Komin út á Toftir og oman á bryggjukantin frammanfyri Fiskamarknaðin, møtti eg reiðaranum á Pison, Tórleifi Sigurðsson. Hann spákaði sær fram við nøkrum fiskakassum hjá útróðrarmanninum, Sjúrða Joensen av Skála, sum júst var komin aftur av útróðri.
Torleif segði, at Mekanik hevði Pison til árligt eftirlit, og serliga er tað maskinan, sum skal eftirhyggjast
Hann nevndi hýsuprísin, sum var rættiliga lágur hendan dagin - so lágur, at Torleif tosaði um sonevndar minus prísir, sum standast av, at tann smáa hýsan fer fyri nógv minni enn minsta prísin, ið skipini áseta.
Góður útróður
Vit høvdu eisini eitt lítið prát við útróðrarmannin, Sjúrð Joensen av Skála, sum rør út við glastrevjabátinum, Falkinum.
Sjúrður hevur róð út burtur av í hálvt annað ár, men fyri ta tíð var hann sjómaður.
Einsamallur hevði hann verið eystanfyri við línuni og hevði gjørt ein góðan dag - 4.000 pund av toski og hýsu á 16 stampum!
Tað er óførur útróður.
Sjúrður fýltist á kassatrotið, sum er og segði, at hetta gongur útyvir fiskaprísin, tí ov lítið er av kassum at skilja fiskin uppí.
Eg vísti á, at Sosialurin hevur skrivað um hendan trupulleikan fyrr í ár. Tá tosaðu vit bæði við Fiskamarknaðin og við stjóran á Kassamiðstøðini.
Fiskamarknaðurin ásannaði, at kassatrotið var ein stórur trupulleiki - serliga í vár, meðan stjórin á Kassamiðstøðini var meira trekur at viðganga, at ov fáir kassar eru í landinum. Hann helt fyri, at tað er við kassunum sum við Smyrli.
- Skal Smyril altíð vera nóg stórur, skal hann vera ógvuliga stórur, sum hann tók til.
Kassamiðstøðin keypir fiskakørini úr Íslandi, og fyrr í summar skiltist, at tann stóra og umtalaða bíleggingin haðani var komin í hús.
Men sambært Sjúrða er framvegis okkurt, sum haltar við hesi skipan; antin er talið av kassum og kørum og lítið - ella virkar skipanin ikki, sum hon skal.
Feitur toskur
Sjúrður Joensen letur annars væl av útróðrinum.
- Tað er nógvur fiskur at fáa, tá ið roynandi er. Týsdagin, tá ið Sosialurin datt fram við, var slagið umleið helvtarbýtt, toskur og hýsa.
Sjúrður dróg nakrar stórar toskar fram í kassanum, meðan eg og Torleif hugdu at. - Tað skerst ikki burtur, at tann stóri toskurin er bæði feitur og góður, legði hann dent á.
Sjúrður Joensen væntaði annars, at prísirnir á hýsu munnu fara at hækka seinni í vikuni, tá ið meira hýsa helst verður keypt til beinleiðis útflutnings.