Fiskivinna
Útróðurin hevur verið ógvuliga góður í longri tíð, og nú verkfall og jólahøgtíðin eru løgd aftur um, eru skipini, sum fóru út seinasta vikuskiftið, byrjaði at koma innaftur.
- Hesa vikuna hevur útróðrarfiskurin verið av tí mesta. Tað hevur viðrað væl, og nógvur fiskur hevur verið at fingið.
Mánadagin seldi Fiskamarknaðurin 156.000 pund av útróðrarfiski. Týsdagin vóru 344.000 pund, mikudagin 462.000 og hósdagin 534.000 pund á gólvinum.
- Miðalprísirnir vóru bestir mánadagin, men sum vikan er liðin, og framvegis nógvur fiskur hevur verið á marknaðinum, er prísurin lækkaður. Tó hava prísirnir hildið sær betri hesar fyrstu dagarnar enn fyri jól, tá ið eitt nú tann smáa hýsan fór fyri bara 1 kr. fyri kg.
Dýrur toskur
Hóast prísirnir hava verið fallandi í vikuni, hevði tann stóri toskurin, toskur 1, besta prísin hósdagin; tá fór hann fyri heilar 30 kr. fyri kilo.
- Men nøgdirnar av stórum toski eru rættiliga smáar í mun til samlaða tonsatalið, sum verður selt um Fiskamarknaðin. Talan er nevniliga bara um 6.000 pund av stórum toski tilsamans, frá mánadegnum til hósdagin.
Upplýst verður, at miðalprísurin á toski 1 fýra teir fyrstu dagarnar í vikuni hevur verið 27,11 kr., á toski 2 26,28 kr., toski 3 16,02 kr., toski 4 11,67 kr. og á toski 5 hevur miðalprísurin verið 8,09 kr. fyri kilo.
Miðalprísurin á hýsu 1 hevur verið 12,87 kr. og á hýsu 2, slakar 11 kr. fyri kilo.
- Higartil hevur prísurin á tí smáu hýsuni, sum reyk niður á 1 kr. fyri kg. fyri jól, hildið sær hampiliga væl.
Mest av toski 3
Á Fiskamarknaðinum siga tey, at tað er tann smáa hýsan og tann smái toskurin, sum hála miðalprísin niður.
- Hesa vikuna hava vit selt mest av toski 3, 458.000 pund tilsamans og av toski 4, 366.000 pund. Støddin av hýsuni, sum mest hevur verið av hesa vikuna, er hýsa 3, 318.000 pund tilsamans.
Fríggjadagin seldu Morgunstjørnan, Grunningur, Presttangi og Randi um telefonsøluna hjá Fiskamarknaði Føroya, men tá ið vit frættu, høvdu sølurnar ikki verið.
Kassarnir
Nú flotin hevur ligið so leingi, og eingin fiskur er komin uppá land í longri tíð, stendur hampiligt til við kassum og kørum. Men spurningurin er, hvussu leingi tað verður, tí fyri jól var stórt kassatrot, og soleiðis hevur verið meginpartin av árinum.
- Hetta er ógvuliga keðiligt, tí vit fáa ikki arbeitt, tá ið ringast stendur til við kassum og kørum. Hetta gongur í ringasta føri út yvir fiskaprísin, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.