Tann størsta hóttanin ímóti heimsfriðinum

Tann størsta hóttanin ímóti heimsfriðinum er, at yvirgangsmenn kunnu fáa fatur á kjarnorkuvápnum

-Tað er sera umráðandi, at lond, sum hava kjarnorkuvápn, tryggja tey so væl, sum tað yvirhøvur ber til, tí tað er eingin ivi um, at kjarnorkuvápn á skrivum hondum eru tann mest álvarssama hóttanin ímóti heimsfriðinum og heimssamfelagnum í dag.

 

Tað segði stjórin í altjóða kjarnorkustovninum IAEA, Mohammed ElBaradei, í einari røðu, sum hann helt á einari ráðstevnu fyri verjuovastum leygardagin. Hann mælti samstundis øllum kjarnorkuveldunum til at skarva av sínum kjarnorkuvápnagoymslum.

 

-Lond, sum hava kjarnorkuvápn, aftra seg við at brúka tey, tí tey vita, at tey verða løgd í oyði, sjálvt um tey hava kjarnorkuvápn. Men yvirgangsmenn fara at brúka kjarnorkuvápn, fáa teir fatur á teimum, segði stjórin í IAEA.

 

Mohammed ElBaradei mælti altjóða samfelagnum til at tingast við Iran fyri at fáa vissu fyri, at landið ikki brúkar sína kjarnorkutøkni til at gera kjarnorkuvápn við.

 

-Vit fáa ikki álit á hvør øðrum uttan at tosa saman, segði El Baradei, sum fekk Nobel-friðarheiðurslønina saman við IAEA í 2005.