Tað sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Vit hava spurt hana um viðmerking til kjakið á in.fo í gjár og í morgun um trygdina hjá fólki til gongu og á súkklu í Húsareynstunlinum.
Tunnilin er ikki gjørdur við súkklubreyt og gongubreyt, og sambært fyrrverandi bogarstjóranum, Heðin Mortensen, og núverandi formanninum í teknisku nevnd, Bergi Robert Dam Jensen, so var als ikki ætlanin, at ábær ferðsla skuldi sleppa í tunnilin. Tað skuldi vera sum í Eysturoyartunlinum og í Sandoyartunlinum, at tunnilin varð bannaður fyri ábærari ferðslu. Skelti vóru eisini sett upp um tað, men tey vórðu tikin niður, beint áðrenn tunnilin latu uppaftur.
– Størsta ábyrgdin er hjá tí, sum gongur, rennur ella súkklar gjøgnum tunnilin. Hann má tryggja seg sjálvan við endurskini og ljósum klæðum, sigur stjórin í Ferðslutrygd, Lovisa Petersen Glerfoss.
Hon vísir á, at Føroyar eru eitt »tunnilsland«, vit hava nógvar tunlar, og í hesum føri er talan um ein býartunnilin, og tí heldur hon, at ábæra ferðslan átti at verið hugsað inn í verkætlanina.
Men tað er hon eftir øllum døma ikki.
– Tað eru bara tveir tunlar, har tað ikki er loyvt at súkkla ella ganga, tí mett verður, at tað ikki er trygt. Tað eru Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Tað merkir kortini ikki, at mett verður at tað er trygt hjá ábærari ferðslu í øllum hinum tunlunum, vísir Lovisa Petersen Glerfoss á.
Og so vísir hon eisini á tann týðuliga maktmampin í Tórshavnar býráð um hetta málið.
– Politikkur er komin upp í hatta málið, og tað vil eg ikki blanda meg uppí, sigur hon.
Hon vísir tó á, at Havnarvegurin er ein spildurnýggjur vegur, so vildi man hava vegin til ábæra ferðslu, so var møguleikin at hava tað við í planleggingini, men tað er eftir øllum at døma valt frá.
Bergur Robert Dam Jensen, formaður í teknisku nevdn hjá Tórshavnar kommunu sigur, at skuldu umstøðu verið gjørdar fyri ábæru ferðsluni í tunlinum, so kostaði hann 200 milliónir krónur meira, og so heldur hann eisini, at tað er ivasamt, um tunnilin var komin.
– Sum vegamynduleiki eigur tú at tryggja tær, at umstøðurnar eru tryggar hjá fólki til gongu og á súkklu. Tað hevði verið framsíggið, at gjørt umstøðurnar til ábæra ferðslu. Tað hevði sjálvandi verið dýrari. Men tað hevði verið eitt signal, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.
– Men hetta hongur ikki saman við, at ferðin nú skal økjast úr 60 km um tíman upp í 70 km um tíman, vísir hon á, sigur stjórin í Ferðslutrygd.
Nógv kjak hevur verið um ferðina á Havnarvegnum, og fleiri halda, at hon eigur at økjast úr 60 km um tíman. Fólk koyra altíð skjótari kortini, og tá ferðin er avmarkað til 60, so koyra nógv 70. Og verður hon økt til 70, so koyra nógv 80 km um tíman. Men trupulleikin er, at tá ferðin er niðursett, sum í hesum føri til 60 km um tíman, so er skjótari at fáa klipp í koyrikortið.
Reglarnar siga, at koyrir tú meira enn 15 km um tíman ov skjótt, so fellir hamarin, og tú fært klipp í koyrikortið. Og koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað treytað frádøming av koyrikortinum.
Tað vanliga er annars meira enn 20 km um tíman fyri at fáa klipp og meira enn 30 km um tíman fyri at fáa treytaða frádøming.
Tað merkir, at koyrir tú meira enn 80 km um tíman á Havnarvegnum ella í tunlinum, so fært tú eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Og koyrir tú meira enn 75 km um tíman, so fært tú klipp í koyrikortið.
Stjórin í Ferðslutrygd vísir á, at tað er ikki ólógligt at ganga ella súkkla í Húsareynstunlinum, so tað fara fólk at gera. Hon leggur tó dent á, at tá hevur tú sjálvur so ábyrgdina fyri at tryggja teg væl við endurskini og ljósum klæðum, endurtekur hon.
Nógv fólk búgva í Hoyvík, og tey verða fleiri. Og talan er um ein býartunnil, so tað hevði verið nátúrligt, at øll ferðsla kundi brúkt tunnilin, heldur hon.
– Bilarnir verða bara fleiri og fleiri, so skulu vit avmarka ferðsluna, so verða tað fleiri fólk á súkklu og til gongu. Vit mugu gera pláss til bleytu ella ábæru ferðsluna sum er í býnum, sigur stjórin í Ferðslutrygd, Lovisa Petersen Glerfoss.











