Tann triði maðurin

So vendi alt aftur einaferð enn. Tað, sum vendi niður, vendir upp, ella umvent, ella bara uppogniður.

Bankakanningin er komin. Fáur ella eingin er skelkaður, og uppaftur færri ivast í at veruleikin er nógv fúlari.

Fólk eiga at lesa viðtalið hjá Jan Müller við Atla Dam 6.1.1998 í Sosialinum. T.d. sigur Atli Dam: »So vildi eg fegin sloppið at borið fram nakað av tí, sum sera tungliga bylgist innan í mær, eftir at ein hevur verið vitni til tað heilt óhugnaliga, sum er hent«.

Og Nyrup kemur til Føroya at fortelja okkum ferð eftir ferð, hvussu teir hava hjálpt okkum. Sum ein skúlatænari frá hini øldini stóð hann har. Her tørvaði eingin kanning. Maðurin var sum ein opin bók, tey sum orkaðu at lesa kundu lesa alt.

Tað løgnasta av øllum var, at hann skeyt ikki upp at broyta heimastýrislógina, men kom ynski úr Føroyum, so var gaman í at tosa. Hann má vera nøgdur við støðuna. Ella hvat?

Og tey donsku bløðini skriva: »Skyd en færing og spar i skat«, brúkast bara eina ferð, men onkur hevur aftur sæð hesi orð klistrað á bilarnar.

Uppskot um at flyta allar føroyingar til eina oyggj í Danmark eru aftur at síggja. Einaferð skuldu teir flytast til heiðarnar í Jútlandi. Men ein síða var m.a. í Weekendavisen. Har var málið mest viðgjørt sum innanhýsis mál og so Nyrup, men teir fingu sagt, at danski veljarin legði líka í Føroyar og føroyingar, tó kom í næsta broti hetta: »Inderst inde vil ingen dansker miste Færøerne«. Jú, eg hvakk við soleiðis at síggja tað á prenti í teirra størsta blað.

Hví kunnu føroyingar ikki sejast? Tað er tí, at ein triði partur er, sum altíð er aktivt í parti við tí partinum, ið »vil det bestående«. Hann hevur makt og altíð roynt at forða fyri, at føroyingar fingu nakað av skafti.

T.d. málið Háskúlin, Føroya Banki í 1906, skuldi vera ein avleggari av stórum donskum banka. Tryggingarsambandið, Elektron, Atlantsflog osfr., osfr.

Sámal Petur í Grund segði, at løgmaður gekk fult inn fyri at niðurleggja skotlandssiglingina. Ikki ivist eg í, at Nyrup hevur lurtað løgmanni tað í oyrað. Vit skulu handla við danir, sjálvandi. Somuleiðis at koyra Sámal P., áðrenn hann sjálvur kom til Føroya.

Men vit mugu lata alt hetta um okkum ganga, tí vit fáa so nógvar pengar úr Danmørk.

Fyri tað fyrsta var tað nakað, sum danir sjálvir komu við í sambandi við heimastýrislógina. So tað kann ikki brigslast føroyingum.

Tað var tað, teir vildu gjalda fyri at eiga okkum.

Men hvat hava teir fingið frá NATO? Hetta má og skal kannast nú.

Sigur tað ikki onkrum okkurt, at tá ið spenningurin millum risaveldini hvarv, kom kreppan. Og danir gjørdu hana ikki minni. Lærdir menn komu fram, og søgdu at bara 25.000 fólk kundu lívbjarga sær í Føroyum.

Hvussu verður við Fossbankanum? Nyrup tosaði ofta um bananrepublik.Um allan heim er tað góð latín, at vinnulívið ikki má fáa pening fyri einki. Og sannuliga eisini lond. Hetta avskeplar alt.

Nú fær danska landbrúkið 25 milliardir frá ES. Skemtiligt er at hoyra teir tosa. Tað er sum at hoyra føroyingar.

Signar Heinesen skrivaði á donskum 9.1.98 í Sosialinum, at áðrenn danir løgdu upp í skyldaðu føroyingar 3,8 milliardir, aftan á teirra hjálp var skuldin komin upp á 6,4 milliardir til eina av heimsins hægstu rentum.

Nú verður skjótt val í Danmark, og teir tríggir stóru flokkarnir har kappast um teir báðar fólkatingsmenninar úr Føroyum. Tveir tøkar tápulingar (annar plagdi at tosa um hentar idiotar).

Uffe Elleman Jensen segði. »Hvis jeg var statsminister ville jeg ikke være mindre streng. Nej, nu skal færingerne til at spænde livremmen ind«.

Teir konservativu løgdu »bjargingina« til rættis. Hvør minnist ikki Anne-Birgithe Lundholt við umskotnum eygum ógvast um okkara skipamál, og so hevði hon gjørt tað sama, men har legði man bara ok á?

Hvør føroyingur troystar sær at fara á eitt komandi fólkatingsval?


18.1.98

Steinbjørn B. Jacobsen



P.S. Annars er nú komin drúgv bók: Hugo Gaarden: Ansvaret der blev væk. Skandalerne i erhvervsliv og politik 314 síður. Her eru nógvar sakir. Hafnia, Den Danske Bank osfr. Færø-sagerne fáa einar tríggjar-fýra síður. Yvirfígging av øllum skipunum hjá teimum verður gjølla viðgjørt. Og teir føroyingar, sum hildu at okkara skipamál vóru »serføroysk«. »Aðrir drekka blóð uttan Burnamann«.



Føroyskur

danskur

ríkisborgari


Um tú vilt ella ei

ert tú føroyingur

og danskur ríkisborgari

Um tú vilt ella ei

mást tu velja

innast inni

við teg sjálvan

Men tú kanst ikki velja

at vera føroyingur

tað er nakað tú ert

men tú kann velja

hvat tú gert

sum føroyingur


Marran vil ongantíð gloyma teg

niðagrísarnir altíð finna teg

men

»Sólin skínur bjørt

á djarvar menn«



9.1.98.

Steinbjørn B. Jacobsen