Hann tordi ikki at flúgva í 2010. Tá koyrdi Hans Jørgen Djurhuus allan tann langa teinin frá Hirtshals til Istanbul til útidystin móti Besiktas. Ein teinur uppá góðar 3010 kilometrar.
Men Blits skilir, at tann villi víkingurin, Hans Jørgen Djurhuus í gjár sat í flogfarinum, tá ferðalagið hjá Víkingi setti kósina móti Lettlandi, har Víkingur skal spæla seinna dystin móti lettiska liðnum Daugava Daugavpils.