Tað kann væl vera, at nógv verður sagt um donsku superliguna av bæði penum og minni orðum. Eitt kann tó undir ongum umstøðum sigast, og tað er at hon er løtt at spáa um.
Vent í holuni
Undan kappingarársbyrjan í fjør, varð Herfølge av flestu serfrøðingum roknað sum niðurflytingarevni, men ístaðin tóku teir øll á bóli, við at enda ovast á sigursskammilinum, tá avtornaði. Beint framman fyri sigursvanda Brøndby.
Tá varð Brøndby roknað sum fremsta evnið til meistaraheitið, og tað eru teir sum so eisini í ár.
Støðan í løtuni er tó tann, at Herfølge og Brøndby liggja sum nr. 2 og 3 tá roknað verður frá botninum. Er hetta óvæntað, er tað ikki minni óvæntað, at FCK bert er nevið framman fyri Brøndby á fjór niðasta sessinum. Hetta hóast øll høvdu roknað við, at felagið við nýggja venjaranum, Roy Hodgson, hevði fingið júst tað, sum skuldi til, fyri at geva liðnum eitt spark rætta vegin.
Føroyingarnir taptu
Yvirhøvur var talan ikki um nakað gott vikuskifti, um hugt verður at úrslitunum við føroyskum eygum.
Tey trý liðini, sum hava føroyingar knýttar at leikarahópinum taptu nevnliga sínar dystir.
Ringst stendur í løtuni til hjá Herfølge. Á heimavølli máttu teir lúta heili 5-1 fyri Viborg, og óneyðugt skuldi verið at sagt, at tað var langt í frá meistaraspæl, sum meistararnir sýndu í framskundaða dystinum fríggjadagin.
Óli Johannesen er framvegis ikki at síggja á liðnum hjá AGF, sum undan sunnudegnum var oddalið við fullum stigatali. Í Odense komu teir tó so dyggiliga niður aftur á jørðina, og í donsku miðlunum verður sagt, at 4-0 sigurin hjá OB var fult uppiborin. Ja, á TV3 undraðis frásøgumaðurin á, hvussu AGF hevði borið seg at við at fáa fulla úrtøku móti bæði Brøndby og FCK.
Todi Jónsson og FCK máttu á heimavølli taka til takkar við einum 2-1 tapi móti Lyngby. Júst Lyngby er fyrrverandi felagið hjá Toda Jónssyni, eins og fleiri aðrir FCK áður hava roynt seg í hesum felag.
Harumframt var núverandi FCK stjórin, Flemming Østergaard stjóri í Lyngby fyri fáum árum síðani, so alt í alt mundi sigurin kennast eyka søtur hjá Lyngby áskoðarunum. Hjá FCK áskoðarunum var smakkurin av hesum tó einki serligur, og eftir dystin var eisini rok millum áskoðararnar hjá liðunum báðum.
Sleppa víðari
Hóast Herfølge í løtuni ikki líkist nøkrum meistaraliði, so fyrireika teir seg í hesum døgum til seinasta undankappingarumfarið í europeisku kappingini fyri meistaralið.
Mótstøðuliðið er skotska stórfelagið, Glasgow Rangers, og sum vera man, er spenningurin stórur í Herfølge.
Nógv verður gjørt burtur úr fyrst europeisku luttøku felagsins yvirhøvur, og tað er eisini líkt til, at alt hetta stákaríið hevur ávirkað leikararnir í felagnum:
- Eg eri sjálvandi øgiliga spentur upp á, hvussu tað fer at ganga móti Glasgow, men samstundis gleði eg meg eisini til alt hetta rokið er liðugt, sigur føroyski landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, úr Herfølge.
Hann leggur tó afturat, at hetta ikki skal skiljast sum nøkur umbering fyri vánaligu úrslitini seinastu tíðina: - Tað er bara so ótrúliga stórt fokus vent ímóti hesum, at vit nærum hava hug at gloyma alt annað. T.d. sá tað fríggjadagin út til, at vit vóru fullkomulia líkasælir um tapið. Eingin østi seg, tá hinir skoraðu, og við fleiri av málunum vóru vit ógvuliga passivir, sigur hann.
Um Jákup og teir fáa frið í hjartað eftir dystin, skal eg lata vera ósagt, men í øllum førum royna teir at fyrireika seg á best gjørligan hátt til stóru uppgávuna.
Venjarin, John Faxe Jensen, hevur verið í Skotlandi og hugt at Rangers, og frá týsdegnum at rokna, verður allur hópurin saman, soleiðis at eingin órógv skal vera.
Hvussu taktikkurin fór at verða, visti Jákup ikki, men hann roknaði tó við, at venjarin fór at seta seg sjálvan á vøllin: Tað eru so fáir leikarar hjá okkum, sum hava roynt at spælt í europeiskum høpi áður, og tí kann Faxe helst skapa eitt sindur av friðið, heldur Jákup.
Ársins venjari
Mitt í øllum hurlivasanum millum botnstríð og Champions League, er Faxe annars kosin ársins venjarin.
Tað eru donsku venjararnir, sum kjósa ársins venjara, og Faxe duldi ikki fyri, at hann var fegin um henda heiðurin.
Óvæntað var tað tó á ongan hátt, at valið fall á júst Faxe. Í fyrstu roynd síni sum venjari eydnaðist tað honum at gera eitt botnlið til meistara, og tað í sjálvum sær er einki minni enn eitt bragd. Harumframt er tað fyrstu ferð yvirhøvur, at ein leikandi venjari megnar at fá gullmerki.cute;narnir bóltandi út ímóti áskoðarunum, ið sita í skvatlandi gummibátunum í bølamyrkri.
Teir tríggir tónleikararnir leggja út við etniskum jazzi, og flyta seg so yvir í føroysku klassikararnar og spæla millum annað lagið "Í búri", ið hóskar óvanliga væl til høvið.
Áhoyrararnir sita í djúpari tøgn í bátunum, meðan tónleikararnir spæla upp ímóti ekkóinum frá teirra egnum tónum. Aukustikkurin í hellinum er soleiðis vorðin, at ein tóni "hongur" í luftini í eini tíggju ella fimtan sekund. Tí er tað ikki lítið krevjandi hjá tónleikarunum, ið allatíðina mugu fylgja við ekkóinum, ið er ymsikt, alt eftir hvønn veg trombone og hátalarar venda.
Konsertin er sálarsmyrsl av størstu dygd.
Hóast staddur inni í einum á nógvar mátar ræðandi helli í bølamyrkri, so kundi tú ynskt tær at verið verandi her allan dagin, bara so leingi, sum tónleikurin fyltið rúmið. Fyri hvørt lag, ið liðugt er, kemur ivin á teg, men so lætnar aftur, tá næsta lag kemur ekkóandi út úr veggunum.
Men einaferð er liðugt, eftir ein góðan hálvan tíma, og fólk klappa. Konsertin er liðug, og gongd verður sett á motorarnar aftur.
Teir halda ein djúpan basstóna, og meðan áhoyrararnir verða sigldir út, og tónleikaútgerðin verður pakkað saman, spælir trombonin eitt lag í sama duri, sum motorarnir liggja í.
Uppliving til sølu
Komin aftur á Norðlýsið verður siglt ein túr undir fuglabjørgini, og so gongur leiðin til Havnar.
Men hvat - fleiri av ferðafólkunum koma aftur til skiparan og greiða frá, at bilar teirra standa á Gomlurætt.
Tað var annars nettup tað, ið var ætlanin við bussinum fyrr um dagin - at fólk ikki skuldu koma í klemmu av bilum.
Men ferðafólkini eru heppin. Áðrenn tey hava nátt at klaga um vánaliga upplýsing ella hvat tey kunnu finna uppá, hevur Birgir Enni longu tikið bjargingarvestarnar fram aftur, og er farin at toga størra gummibátin fram.
Stutt eftir eru átta fólk og ein skipari á veg inn á Gomlurætt at heinta bilarnar.
Eftir umborð standa tey, ið lítlan tima seinni stevan inn á Havnina við vælhildna bláa skipinum, ið hevur siglt sín seinasta túr hendan dagin.
Í morgin eru aftur tveir túrar á skránni, og tónleikararnir fáa boð um at møta klokkan tíggju.
Jú, Føroyar hava meira enn ein gamlan umskeldaðan múr og annað eygnakrás at bjóða fólki.
Her verða óspiltar upplivingar seldar. At føroyskt tilrættaleggingarhegni eisini er partur av upplivingini, ger hana ikki minni óspilta.