Hondbóltstos
Eingin ivi var um, hvør var hetjan í skiftirúminum hjá StÍF eftir dystin. Hóast fleiri kanska hildu, at Marian Cirloganescu var mest týðandi leikarin í finaluni, so var tað Sveinur Justinussen, sum fekk flestu herðaklappini í skiftirúminum.
Ikki minst var tað minniliga málið, sum hann standandi høgdi í trýkantin, sum endaliga avgjørdi dystin, men sjálvur tóktist ungi leikarin ikki at hava hugsað so nógv um týdningin av hesum. Og í øllum førum ikki í skotløtuni.
- Tað var ikki nakað, sum eg hugsaði um. Tríggir av okkara leikarum vórðu tá mansvardir, so tað ráddi bara um at skjóta, áðrenn vit vóru dømdir fyri nøl. Tá hugsaði eg so einki um, at dysturin var avgjørdur, men tá eg skoraði seinasta málið, visti eg, at alt var liðugt, sigur ungan hetjan heldur smæðin á at líta.
Vil hava fast pláss
Smædni kemst helst eisini av, at hetta er fyrsta árið, at hann roynir seg í bestu deildini, og hóast hann hevur verið hampuliga nógv á vøllinum, so heldur hann ikki sjálvur, at hann hevur fingið sítt gjøgnumbrot. Heldur ikki eftir finalusigurin.
- Tað hevur ikki gingið so væl, sum eg vónaði tað fór at gera, í ár. Hesa fer var eg kanska eitt sindur eyka uppsettur, men eg stríðist enn fyri at bíta meg fastan á liðnum.
Kanska er eitt slíkt avrik, sum hann gav í steypafinaluni, júst tað, sum honum væntar, áðrenn hann kann fáa endaliga gjøgnumbroti, men sjálvur tóktist hann tó at taka alt hóvastákið kring hetta ógvuliga róligt.
- Tað vil eg sjálvandi vóna, at hetta fer at seta meira glið á. Eg skal í øllum førum hava spælið hjá mær at koyra betri, men kanska er tað bara ein spurningur um at fáa hol á, segði dagsins maður á Skála at enda.