Fótbóltur
Tómgongd er helst orðið, sum best lýsir stóran part av dystinum í Gundadali millum HB- og NSÍ. Runavíkingar, sum ikki høvdu fingið Anderson kláran til dystin, dúvaðu frá fyrsta minuttir upp á møguleikan at verja eina stigið.
Ferðin varð frá fyrsta bríksli tikin av dystinujm, og tá HB ikki megnaði at bróta hesa spæliætlan, gjørdist talan um ein alnaga oyðimarkargongd hjá áskoðarunum.
Linligt
HB kom tó til nakrar møguleikar. Ikki minst hevði NSÍ stórar trupulleikar í høgra verjuborði, og fleiri ferðir varð bakkurin yvirspældur av HB, sum tó ikki megnaði at gera arbeiðið liðugt.
Í hinum endanum hóttu runavíkingar ógvuliga lítið. Onkra einstaka ferðina høvdu teir hug at hótta málið, men tað var tó so sum so við hesum hóttanum.
Tann parturin gjørdist tó betri hjá gestunum eftir steðgin. Teir framdur tvær útskifingar, og tó at teir ikki settu seg á nakað sum helst, so vóru í fleiri løtum upptrekk til møguleikar. Ikki minst, tá teir spældu seg upp gjøgnum í vinstru, har Einar Hansen saman við Sjúrða Jacobsen var við í nógvum.
Perla avgjørdi
HB hevði tó framvegis sínar møguleikar. Teir komu kanska ikki eins lætt, sum teir gjørdu tað fyri steðgin, men møguleikarnir vóru nú størri.
Tað tóktist tó ikki at geva úrslit, tí Páll Mohr Joensen lyfti ov høgt, tá hann var leysur. Og Jens Martin Knudsen hevði tvær ferðir framúr bjargingar. Tann seinna av hesum var eftir avrættaða frísparksroynd frá Rasmus Nolsøe, men tá hornaspark varð sent innfyri, var veteranurin í málinum prísgivin. Men tað er tó merkisvert, at NSÍ lótu loftsterkasta spælaran í føroyskum fótbólti standa púra leysan við handara stólpa.
Málið varð tó góðskrivað Mortani úr Hørg, sum trýsti bóltin seinasta pettið inn um strikuna, men Rógvi slapp tó eisini á talvuna sjálvur. Og tað enntá við einum perlu-máli, sum uttan samanbering var besta detaljan í dystinum.
Rógvi setti sjálvur álopið ígongd, tá hann sendi Jákup á Borg avstað. Og tá Jákup so sendi innfyri, drønstútaði Rógvi umvegis tvørtræið í kassan.
Spardi kortini
Umframt vakra málið hjá Rógva, so fer dysturin helst eisini at verða mintur fyri nakrar rokaligar hendingar móti dystarenda. Rættiligt rok kom í, tá Rógvi Jacobsen varð snýttur fyri tað, sum hann helt vera brotsspark. Og tað hóvaði runavíkingum lítið, at Christian Høgni Jacobsen blandaði seg upp í hetta.
Kanska kundi dómarin valt at tveita einar tveir spælarar undir brúsuna, men kortini vórðu tó verandi í lummanum, uttan at rokið tó gjørdist størri av hesum ávum.