Tap og javnleikur til komandi EM-mótstøðulið hjá Føroyum

Leygardagin spældu Montenegro og Sveis venjingardystir

Mynd: Hrvatski rukometni savez - kroatiska hondbóltssambandið

Til komandi EM-endaspælið í Oslo í Noregi eru Føroyar í innleiðandi bólki D, har mótstøðuliðini eru Slovenia, Montenegro og Sveis.

 

Montenegro og Sveis hava farnu dagarnar spælt venjingardystir, ið eru liðir í fyrireikingunum til EM-endaspælið.

 

Leygardagin leikti Montenegro javnleik 27-27 móti Belgia. Fyrradagin vann Montenegro 34-30 á Belgia.

 

Leygardagin vann Sveis ein sera flottan 30-28 (15-16) sigur á Kroatia. 

 

Sveis spældi eisini fríggjadagin venjingardyst móti Kroatia. Kroatia vann dystin 29-26.

 

 

 

Mynd: Hrvatski rukometni savez - kroatiska hondbóltssambandið