Talv-OL
Bled: Undan dystinum móti Eysturríki vóru føroysku telvarnir komnir eftir, at teir høvdu sett nýtt met. Ongantíð fyrr hevur nakað føroyskt lið vunnið 3 dystir á rað, og bara einaferð fyrr er tað hent, at liðið ikki hevur tapt í fimm dystum.
So hugurin var sera góður undan dystinum og ikki var sørt, at teir væntaðu sær gott úrslit.
Men so skuldi ikki ganga. Eysturríkarnir vóru sterkari á øllum borðunum og sýndu tað eisini. Teir vóru eirindaleysir. Føroysku telvarnir vóru við undirlutan og noyddust at stríðast alt talvið fyri hvørjari finnu. John Rødgaard og Heini Olsen komu tó heilskalaðir úr stríðnum og stríddu seg til javnleik. Eyðun Nolsøe kom illa fra byrjanini og kom ikki fyri seg aftur í øllum talvinum. John Arni var sær sjálvum líkur og stríddist alt talvið, men var noyddur at leggja kongin eftir fleiri enn 80 leikir.
Telvarnir máttu bara sanna at tess longur tú hevur hug at stinga nøsina fram, jú harðari verður mótstøðan. Undan dystinum vóru Føroyar á 57. plássi, men eftir 3-1 tapið fyri Eysturríki endaðu vit heilt afturi 84. plássi.
Móti IPCA
Umframt tey 138 londini, sum eru umboðað á talv olympiaduni hava eisini trý sersambond eisini rætt til umboðan. Einum av hesum sersambondum skuldu Føroyar telvað móti leygardagin, tað var liðið hjá talvsambandinum fyri rørslutarnað.
Hetta liðið er styrkismett nakað omanfyri Føroyar. Teir hava fleiri altjóða meistarar á liðnum, so føroysku telvarnir vóru ikki heilt ekkaleysir, tá ið teir fóru at telvað. Sambært ratingtølunum var tað bara John Rødgaard, sum var betri fyri enn mótstøðumaðurin, men leygardagin eydnaðist alt tað, sum ikki gekk eftir vild í dystinum móti Eysturríki.
John noyddist inn
Ætlanin var ikki, at John Rødgaard skuldi telva leygardagin, men hann varð noyddur at koma inn aftur á liðið, tá ið ein av telvaranum gjørdist sjúkur.
John líkt so kláraði hann at fyrireika seg í einari knappari vending og helt javnleikin við svarta fólkinum. Nú var botnurin lagdur undir sigrinum.
Næstur at reisa seg frá borðinum var John Arni Nilssen. Mótstøðumaðurin var altjóða meistari og hevði 2423 í rating. John Arni spældi trygt allan vegin og hin hevði lítið at svara aftur við, tá ið John Arni fór í álop.
Í 8. umfari slapp Martin Poulsen at vísa hvør dugur var í honum og sigast kann, at hann rættuliga tók hendan møguleikan. Mótstøðan var krútsterk, ein ukreini við ikki minnið enn 2355 í rating, men tað gjørdi einki hjá Martini, hann snøgt sagt smurdi mótstøðumannin av í einum sera góðum talvi. Eftir talvið kann bara staðfestast, at liðskiparin Rani Nolsøe hevur fingið ein positivan trupulleika, tí tað verður ringt at lata Martin sita uttanfyri eftir avrikið móti IPCA.
Heini við hvítum
Heini Olsen var seinasti maður, sum reisti seg frá borðinum. Hann var nú endiliga sloppin at royna seg við hvíta fólkinum. Seinastu 4. umførini hevði hann telvað við svørtum, so honum longdist eftir at sleppa at royna seg við hvítum og sleppa í álop. Tað fór Heini eisini, men kortini ikki treytaleyst, hann telvaði seg spakuliga til fyrimun og vann at enda talvið trygt.
Heini Olsen helt eftir dystin, at stórsigurin leygardagin var grundaður á, at hugurin hjá telvarunum var nógv betri og at lagið bleiv so óføra gott, tá ið allir høvdu avgerðandi fyrimun.
3,5-0,5 sigurin móti IPCA er stórsti sigurin, sum Føroyar hava vunnið higartil í kappingini.
Føroyar hava 17 stig fyri 8. umfør og tað merkir at teir eru á einum 52. plássi.
UMframt IPCA eru eisini lið frá talvsambandinum fyri Braille telving, tað eru tey sjónveiku og blindu og eitt lið frá talvsambandinum fyri deyvar telvarar.
Í 9. umfarinum, mánadagin, telvaðu Føroyar móti Kolumbia, sum er styrkismett, sum nummar 56. Liðið sum telvaði var hetta: John Arni Nilssen, John Rødgaard, Heini Olsen og Martin Poulsen