Tapið móti Kosovo sæst á styrkislistanum

Føroyar detta tvey pláss aftur á styrkislistanum hjá FIFA aftan á teir báðar dystirnar í septembur og liggja nú nummar 92.

 

Føroyar vunnu 3-1 móti Malta, men taptu 2-0 móti Kosovo. Hetta ger, at Trinidad og Tobago og Kirgistan eru farin fram um okkum. Trinidad vann sín einasta dyst í septembur, meðan Kirgistan vann ein og spældi ein javnan.

 

Tapið móti Kosovo sær út til at raka meint, tí hóast sigurin á Malta hevur Føroyar mist sjey stig á styrkislistanum. Bæði Kosovo og Malta liggja aftan fyri Føroyar. Sigurin á Malta er tí væntaður, sambært styrkislistanum. Føroyar áttu tí eisini, sambært styrkislistanum, at vunnið á Kosovo. Tí rakar tapið móti Kosovo okkum meint.

 

Eitt nýtt lið er ovast á listanum. Belgia verður í løtuni mett sum heimsins besta fótbóltslið, sambært styrkislistanum hjá FIFA. Teir skumpa Frankaríki av trónuni. Brasil er nummar trý, Kroatia nummar fýra og Uruguai nummar fimm.

 

Norðurlondini hava ikki staðið seg serliga væl hendan seinasta mánaðin. Trý tey fremstu norðurlondini eru øll dottin aftureftir á listanum, meðan Noreg og Finland eru farin fram.

Danmark er besta norðurlandið, á 10. plássi, men er dottið eitt pláss aftur. Svøríki er dottið tvey pláss aftur og er nú nummar 15, Ísland er dottið trý pláss aftur á nummar 36, Noreg er farið eitt pláss fram til nummar 52 og Finland er farið fýra pláss fram til nummar 58.

 

Hini mótstøðuliðini hjá Føroyum í Nations League standa seg soleiðis:

Aserbadjan, nummar 108, er dottið trý pláss aftur á listanum.

Malta, nummar 183, er farið eitt pláss fram.

Kosovo, nummar 138, er farið trý pláss fram.