Tapið var tvísiffrað

Spania vísti onga náði í seinna hálvleiki, tá ið trumfur av álvara varð settur á, eftir at Føroyar í fyrra hálvleiki hildu mótstøðuliðnum frá at skora fleiri enn trý mál

Írski dómarin legði í minsta lagi tríggjar minuttir aftrat. Onkrar útskiftingar vóru síðstu løtuna. Tí fór stóripinnur runt meiri enn fimm eyka ferðir, og í síðstu sekundunum stútaði Spania eftir horna úr vinstru og við handara stólpa bóltin í málið.

 

So var 10-0, og tølini siga, at tað vóru fleiri klassar á muni millum føroyska kvinnulandsliðið og Spania, sum á altjóða styrkislistanum er nummar tíggju, og sum serliga í seinna hálvleiki spældi sum fyri lívinum.

 

Tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir, var støðan longu 2-0. Spurningurin var so, hvussu stórt tapið fór at verða. Síðsti stóri hálvi tímin av fyrra hálvleiki var besta løtan hjá føroyska liðnum, tí tá skoraði Spania bara eitty mál aftrat.

 

Føroysku spælararnir vóru fult greiðir yvir, at í kvøld var tað ikki spurningurin, um tað fór at eydnast at vinna stig. Heldur var tað spurningurin, um føroyska liðið fór at megna tað, sum tær høvdu fyrireikað seg til.

 

Føroysku kvinnurnar vístu góðan hugburð, men tað var ikki nóg mikið at sleppa undan stórtapi. Føroysku kvinnurnar vunnu einki hornaspark, og Spania vann 28 hornaspørk. Spania hevði 30 ryndir á og framvið føroyska málinum, og Føroyar høvdu onga roynd ímóti spanska málinum.

 

Setningurin var alla tíðina at varðveita spælskipanina, og tað eydnaðist í løtum. Stóri trupulleikin var, at føroysku spælararnir ongantíð fingu høvi til at spæla seg úr trýstinum, sum mótstøðuliðið legði. Harvið gekk tað mesta fyri seg í og kring føroyska brotsteigin. Royndirnar vóru nógvar, og tær á heimaliðnum ofraðu seg fult og heilt, og tølini siga, at tær blokeraðu tíggju ferðir, tá ið mótstøðuliðið royndi ímóti føroyska málinum.

 

Nú ræður um at rinda møðina og at fóta sær eftir øgiliga stríðið í kvøld. At tapa 10-0 er stórtap, men tað var frammanundan greitt, at mótstøðuliðið er nummar tíggju í øllum heiminum.

 

Orkan gekk undan eftir steðgin, tá ið sjey mál skolaðu ígjøgnum.

 

Týskvøldið verður Skotland á útivølli mótstøðuliðið. Skotar eiga betri lið enn Føroyar, men tað eiga at vera vánir fyri frægari úrsliti enn í kvøld.

 

 

 

Føroyar - Spania 0-10 (0-3)

 

HM undankappingardystur á Tórsvølli hósdagin 16. september 2021 kl. 18.00

 

0-1: Amaiur Sarriegi Isasa 7.

 

0-2: Irene Guerrero San Martin 8.

 

0-3: Amaiur Sarriegi Isasa 32.

 

0-4: Alexia Putellas 50.

 

0-5: Amaiur Sarriegi Isasa 55.

 

0-6: Lucía García 58.

 

0-7: Amaiur Sarriegi Isasa 60.

 

0-8: Patricia Guijarro 64.

 

0-9: Mariona Caldentey 70.

 

0-10: Laia Aleixandri 95.

 

Dómarabólkur úr Írlandi: Paula Brady, Michelle O`Neill, Olivia Sneyd og Claire Purcell

 

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ – Julia Naomi Mortensen, AGF Aarhus, Rakul Maria Johannesen, B36, Birita Ryan, KÍ, Sarita Maria Mittfoss, HB, Ásla Johannesen, AGF Aarhus – Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur, Sanna Svarvadal, KÍ (Olga Kristina Hansen, B36, 82.), Heidi Sevdal, NSÍ (Maria á Lakjuni, Víkingur, 59.), Lea Lisberg, EBS/Skála (Eyðvør Klakstein, KÍ, 82.) – Maria Biskopstø, KÍ (Durita Hummeland, KÍ, 59.) 

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Monika Biskopstø, Valborg Østerø, Tóra Mohr, Katrina Svartá Hansen

 

Venjari: Lene B. Terp