- Tapini hava verið ov stór

Men venjarin vónar, at tey motivera kvinnulandsliðið til at geva slovenum mótstøðu

Tað verða tvey landslið við ongum stigi, ið fríggjadagin møtast á Mestni Stadium í Ajdovscina til ársins síðsta HM-undankappingardyst. Føroyska landsliðið spælir á útivølli móti Slovenia, og eftir at hava tapt stórt í øllum dystunum higartil í undankappingini, vónar landsliðsvenjarin, at eitt gott úrslit er fyri framman. 


- Aftaná at hava lagt rygg til nøkur stórtap, so vilja vit ógvuliga fegin enda árið væl. Vit meta, at tapini í fyrru dystunum hava verið ov stór, og tí eru vit sera motiverað at fremja eitt megnar avrik og geva slovenum mótstøðu - hóast vit eru á útivølli. So mugu vit so síggja hvussu langt tað ber, sigur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari hjá Føroyum við heimasíðuna hjá FSF.


Tað eru nakrir mánaðir síðan, at heimliga kappingin hjá føroyskum kvinnunum endaði, men landsliðsvenjarin vísir á, at kvinnurnar hava havt regluligar venjingar fram til síðsta dystin í undankappingini.


- Hetta hevur verið um eitt langt fótbóltsár fyri kvinnurnar. Síðani heimliga kappingin endaði 7. oktober, hava tær vant regluliga tríggjar til fýra ferðir um vikuna, fyrst sum fyrireiking til dystin móti Týskland 24. oktober, og síðani til dystin móti Slovenia 24. november.


- Uppmøtingin hevur verið góð, so tær hava uttan iva viðlíkahildið fysiska formin, tó at sjálv dystarvenjingin nokk ikki er optimal. Men tað mugu vit liva við, nú vit eru komin so langt út á árið, sigur landsliðsvenjarin, Pætur S. Clementsen, við heimasíðuna hjá FSF.


Eins og hjá føroyska liðnum, so hevur tað ikki gingið serliga væl hjá slovenum í hesi undankappingini. Dysturin móti Týsklandi endaði við einum 6-0 tapi, meðan Kekkia vann 4-0 á slovenska liðnum. Føroyski landsliðsvenjarin metir tó, at slovenar eru favorittar til dystin í morgin.


- Vit hava sæð teirra dystir og meta, at Slovenska liðið er eitt sindur veikari enn topliðini í bólkinum. Týskland, Ísland og Kekkia eru øll sera sterk, og hyggja vit at úrslitunum hjá Slovenia, so bendir á, at tær nokk ikki eru líka sterkar, men tó allarhelst eitt vet sterkari enn vit, sigur Pætur Clementsen.