Taptar fjórðingsfinalur

Tað eydnaðist ikki nakrari av føroysku doublunum at vinna seg í hálvfinaluna í borðtennis.

Hallur Thorsteinsson og Ragnar Egilsson spældu í gjár fjórðingsfinalu móti einum liði av Gibraltar, og taptu teir hendan dystin 3-0. Tað gjørdist eisini úrslitið, tá Susie Midjord og Shaila Strøm spældu móti einum hetlendskari kvinnudoublu.