Í fyrsta setti fór Skotland skjótt eini 5 stig framum, og tann munurin helt sær gjøgnum alt settið, sum Skotland vann 25-19.
Annað sett minti nógv um tað fyrsta. Frá støðuni 8-7 til Skotland vaks munurin upp í 16-12 og 21-14, áðrenn settið varð vunnið 25-18.
Í triðja setti var Skotland frammanfyri við umleið trimum stigum mest sum alt settið, men Føroyska liðið vildi tó ikki leggja seg uttan svørðslag, men fall tó at enda tá Skotland vann seg upp á 31-29.
Í dag, leygardagin kl. 15:00, spæla Føroyar seinasta dystin í kappingini. Tann dysturin verður móti Írlandi, sum eins og Føroyar hevur tapt allar dystirnar í kappingini.
Føroyar liggja áðrenn dystin nr. 4 í kappingini, meðan Írland er nr. 5.
Fylgjas kann við dystinum á hesum linki:
ella á www.fbf.fo
Føroyar - Skotland 0-3 (19-25, 18-25, 29-31)