Rumenar komu á odda longu eftir fýra minuttum, men løtu seinni hevði Róaldur Jacobsen í tveimum atløgum møguleika at javna, uttan at hetta gav úrslit.
Stutt undan steðginum øktu rumenar til 2-0, og hóast føroyingar vóru væl við í seinna hálvleiki, so var tað Rumenia, sum fekk seinasta orðið við málinum til 3-0.
Føroyska ferðalagið byrjar heimferðina longu í dag. Fyrst verður flogið til Bucharest, og í morgin verður fyrst flogið til Kastrup og síðani til Vágar.